×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving


Tíðindi

Stongt vegna eftrirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Minnist til at endurnýggja fastan heilivág áðrenn, so tit ikki fara at mangla.

Bráneyðug læknahjálp fæst frá grannalæknunum

Videoviðtalur

Nú ber til at hava videoviðtalur við viðtaluna. Summi evni hóskað væl at hava sum videoviðtala og onnur hóska minnið væl. Viðtalur, sum krevja, td. eina kropsliga kanning ella at ein roynd verður tikin, muga sjálvandi framvegis verða í Kirkjustræti.
Videoviðtalur verða planlagdar eins og vanligar viðtalur, tvs. man fær eina tíð og skal "møta til lækna" til ásettu tíðina. Ístaðin fyri at møta í Kirkjustræti, so skal man verða loggaður á Vangan og hava byrjað eina videoviðtalu. Læknin ella viðtalustarvsfólkið kemur so inn í viðtaluna eins og tá tey koma eftir tí næsta í bíðirúminum.

Vit rokna við vissum byrjanartrupulleikum, men vónandi verður hetta ein lættari máti at hava ávísar viðtalur uppá.

Nýggjur kommulækni og nýggjur hjálparlækni

1. septembur var Katrina, sum hevur starvast her í 1 ár útlærdur kommunulækni. Hon fer nú at mannað okkurt at kommunulæknastørvinum, sum ikki hava verið sett seinastu tíðina. 1. oktobur kemur ein nýggjur hjálparlækni at arbeiða í viðtaluni. Tað er Høgni Djurhuus. Hann er eisini í holt við serlæknútbúgving í almen medicin, hetta er næst síðsta stig hjá honum, áðrenn hann gerst kommunulækni. Takið væl ímóti honum.

Summarfrí 2025

Vit fara í summarfrí 24. juli til 14. august. Minnist til at endurnýggja fastan heilvág áðrenn. 

Um tú hevur tørv á læknahjálp, meðan vit hava stongt vísa vit til hinar læknarnar í húsinum.