×
Páskafrí

Í páskavikuni verða bert neyðugar viðtalur avgreiddar. Læknarnir í húsinum hava opið uppá skift. Vit hava opið aftur 2. apríl. Gleðilig páskir

Heilivágur / reseptir

Pínustillandi heilivágur

Paracetamol (t.d. panodil, pinex) fæst í hondkeyp, tó í mesta lagið 20 í senn. Um mann skal keypa meira, krevst ein resept frá lækna. Resept verður bert skriva um man hevur fastan tørv á paracetamol, annars má man keypa paracetamol í hondkeyp. Sama er galdandi fyri Ipren 200 mg.

Sterkur pínustillandi og sissandi heilivágur

Um mann hevur tørv á sterkum pínustillandi ella sissandi heilivági, so verður resept skrivað í samband við viðtalu. Endurnýggjan av reseptum verður somuleiðis bert gjørd í samband við viðtalu. 

Fastan heilivág

Um tú tekur heilivág fast, so miðja vit ímóti at skriva resept til alt árið til árskontrol. Tvs. tá tú manglar heilivág, so er tíð aftur at koma til árskontrol. Um tú ert í uppisetri við heilivági og ikki nær at fáa nýggja tíð til árskontrol, so ber til at fáa nýggja resept um heimasíðuna. 

Skamtan

Apotekið kann pakka heilivágin í posar, eisini kallað skamtan. Hetta er bert egnað til fólk í fastari langtíðarviðger. Tað skal regluliga metast um heilivágurin í skamtan enn er tann rætti, ella um tað skula gerast rættingar. 

Hent at vita