×
Stongt 19. apríl 2024

Viðtalan er stongd 19. apríl. Vit hava opið aftur sum vant mánadagin 22. apríl

Koppseting í samband við uttanlandaferð

Í samband við uttanlandaferðir, verður - alt eftir ferðamáli - viðmælt ymiskar koppsetingar. Atlit skal verða tikið til, hvar tú fert, hvussu leingi tú skal verða burtur, hvussu tú skal búgva o.s.fr.

Tú skal koma til eina viðtalu, har vit leggja eina koppsetingarætlan. Hendan viðtalan er kravd (obligatorisk), so vit kunna tryggja okkum at tú fært røttu koppsetinganar. 

Tað er umráðandi at hugsa um koppseting í góðari tíð. Onkrar koppsetingar skula gevast fleiri ferðir og onkrar skula gevast í góðari tíð fyri at virka áðrenn mann fer at ferðast. 

Fyri at kunna gera eina persónliga koppsetingarætlan, er eisini neyðugt at vita hvørjar koppsetingar tú fyrr hevur fingið. 

Eftir 1. viðtaluna verða reseptir skrivaðar uppá tær koppsetingarnar tú skal hava, tær skula heintast á apotekinum og síðani berast niðan í viðtaluna. 

Kostnaður

300 kr fyri 1. viðtalu og koppsetingarætlan (kravd)

100 kr fyri hvørja einstaka koppseting

Hent at vita

  • Prísur | 1. viðtala 300 kr, hareftir 100 kr fyri hvørja koppseting
  • Evni | Ymiskt
  • Leinki | Rejsevaccination
  • Minst til at hava við | vaccinatiónskort