×
Viðtalan er stongd 6/12-24

Viðtalan er stongd. Hevur tú bráðfeingis tørv á læknahjálp vísa vit til aðrar kommunulæknar í húsinum. Viðtalan er opin aftur sum vant mánadagin 9/12-24 kl 8.00.

Kommunulæknaviðtalan hja Turið H. Johannessen

 Kirkjustræti 2, 188 Hoyvík

 61 77 00

 Fax 31 71 21

 thj@kl.fo (GG! Telduposturin kann brúkast til samskifti hjá fyritøkum og stovnum við læknaviðtaluna. Ikki til viðtalur, bílegging av viðtalutíðum ella heilivági, nýt oyðubløðini ella ring)


Viðtalan er opin millum 8 og 15. 

Viðtala bert eftir avtalu


Telefontíð

Telefonin svarar millum 8 og 10.
Vit hava eina akut-telefon, nummarið verður upplýst, um man ringir uttanfyri telefontíðina. 

Til ber eisini at brúka heimasíðuna til umbiðing av tíð, endurnýggja resept og fáa svar uppá ymsar kanningar.


Persónlig avgreiðsla

Um mann skal heinta ella lata viðtaluni okkurt, so er best um tað er millum 10:30 og 12. 

Um mann kemur uttanfyri hetta tíðarrúmi er viðtalustarvsfólkið møguliga upptikið við øðrum uppgávum. So verður mann noyddur at bíða. 

Millum 8 og 10 er viðtalustarvsfólkið upptikið við telefonini og eftir kl 12 hava tey sjálvstøðugar viðtalur. 


Atkomumøguleikar, inngongd og parkering

Í Kirkjustræti eru 5 atskildar læknaviðtalur. Læknaviðtalan hjá Turið H. Johannessen hevur parkering og inngongd í erva, frá Kirkjustræti. Tann mittasta hurðin.

Góðir atkomumøguleikar fyri rørslutarnað.

1'arin og 3'arin koyra framvið viðtaluni.


Fá tíðindi og kunning

Á heimasíðuni verða tíðindi og kunning skriva, tá tørvur er á tí. Tað kann verða upp broyting í upplatingartíðunum, feriu ella nýggj starvsfólk. Nýggj tíðindi verða eisini deild á facebook síðuni hjá læknaviðtaluni.

Til ber at dáma facebook síðuna hjá læknaviðtaluni, so hevur man møguleika at síggja tað á sínari facebook konto. 

Facebook hjá viðtaluni


Bráðfengis hjálp

Hevur tú tørv á læknahjálp, sum ikki kann bíða til vanliga avgreiðslutíð, ber til at ringja til kommunulæknavaktina millum klokkan 16 og 8 gerandisdagar, alt døgnið í vikuskiftinum og heilidagar. 

1870


Hevur tú tørv á bráðfeingis hjálp, sum ikki kann bíða til tú fær tíð í kommunulæknavaktini, ring so til alarmcentralin 

 112


Í Tórshavn er eingin skaðastova, har man kann venda sær sjálvur. Øll viðger í skaðastovu er eftir ávísing frá kommunulækna ella kommunulæknavakt.