So eru viðtalan opin aftur sum vant. Vegna nógvar umbønir um tíð, kann roknast við bíðitíð til at fáa svar. Somuleiðis muga vit taka okkum av teimum mest átroknandi trupuleikunum fyrst.
Kommunulækni
Tók kandidatprógv í medicin á Fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn í 2012. Var liðug við serlæknaútbúgvingina í almen medisin / kommunulækni í 2019. Av øðrum økjum við áhugað kunna nevnast heilsukanningar innan sjóvinnuna. Er útbúgvin kavaralækni og knýtt at kavaratilbúgvingina. Er eisini samskipari fyri útbúgvingina av yngri læknum innan almen medicin.
Hjálparlækni
Barbara er í einum høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medicini. Hon starvast á Landssjúkrahúsinum, men hevur 1 dag um mánaðin í viðtaluni. Í løtuni er Barbara í barnsburðarfarloyvi.
Arbeiðir á læknamiðstøðini í tíðarskeiðnum 01.09.2023 til 28.02.2028
Hjálparlækni
Úlærdur lækni í 2016. Er í høvuðsútbúgving til kommunulækna.
Arbeiðir á læknamiðstøðini í tíðarskeiðnum 01.04.2026 til 31.03.2027
Sjúkrarøktarfrøðingur
Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á fróðskaparsetrinum í Tórshavn í 2016. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2020. Áðrenn hetta arbeitt á Landssjúkrahúsinum, serliga við sjúklingnum við medicinskum sjúkum og krabbameini. Í viðtaluni hevur Birita ymsar uppgávur, bæði í móttøkuni og sjálvstøðugar viðtalur. Birita hevur eftirútbúgving at hava viðtalur við sjúklingar við stress, depression og angist.
Sjúkrarøktarfrøðingur
Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á University College Sjælland í Roskilde í 2010. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2019. Áðrenn hetta arbeitt mest í skaðastovu í Danmark, men eisini á barnadeilidini í Landssjúkrahúsinum. Hjørdis er útbúgvin viðgerarsjúkrarrøktarfrøðingum og hevur nógvar royndir við smáskaðum, sárum og skaðum á rørslutólið. Hjørdis hevur eftirútbúgving lungnasjúkum og lungnakanningum, umframt Masterclass útbúgving innanfyri sukursjúku.