Koppseting fyri beinkrím og COVID-19

Hvønn heyst verður mælt til, at eldri fólk og fólk í serligum vandabólkum lata seg koppseta fyri beinkrím (influensa) og COVID-19.

Koppsetingarnar minka um vandan fyri álvarsligari sjúku og innlegging á sjúkrahús.

Ókeypis koppseting verður boðin frá 1. oktober til 20. desember.

Koppseting fyri beinkrím

Ókeypis koppseting verður boðin:

  • Øllum, sum fylla 65 ár í seinasta lagi 20. desember.

  • Fyritíðarpensjónistum.

  • Fólki við ávísum varandi sjúkum, t.d. hjarta- og lungnasjúkum, diabetes, livur- og nýrasjúkum ella niðursettari immunverju.

  • Fólki við BMI yvir 35.

  • Barnakonum frá 13. barnsburðarviku.

  • Fólki, sum búgva saman við persónum við álvarsliga niðursettari immunverju.

  • Ávísum heilsu- og røktarstarvsfólkum.

  • Fólki við øðrum álvarsligum sjúkum, har læknin metir, at koppseting er neyðug.

Koppseting fyri COVID-19

Ókeypis koppseting verður boðin:

  • Øllum, sum fylla 65 ár í seinasta lagi 20. desember.

  • Fólki við ávísum varandi sjúkum ella niðursettari immunverju.

  • Barnakonum.

  • Fólki, sum búgva saman við persónum við álvarsliga niðursettari immunverju.

  • Ávísum heilsu- og røktarstarvsfólkum.

  • Fólki, sum eftir læknaligari meting eru í serligum vanda fyri álvarsligari COVID-19-sjúku.

Kunnu koppsetingarnar gevast samstundis?

Ja. Tú kanst fáa koppseting fyri beinkrím og COVID-19 sama dag. Koppsetingarnar verða givnar hvør í sín arm.

Vanlig hjáárin eru eymleiki á prikstaðnum, møði, høvuðpína og møguliga eitt sindur av fepuri. Hesi hvørva vanliga eftir fáum døgum.

Hvussu fái eg koppseting?

Set teg í samband við læknaviðtaluna fyri at fáa nærri kunning um koppseting og tíðarbílegging.

Um tú ikki ert í einum av málbólkunum fyri ókeypis koppseting, ber oftast til at gjalda fyri koppsetingina sjálv/ur.

Ert tú í iva, um tú hevur rætt til ókeypis koppseting, kanst tú spyrja okkum.

    Hent at vita

    • Evni | Ymiskt