×
Stongt 17. apríl 2024

Viðtalan er stongd 17. apríl. Vit hava opið aftur sum vant 18. apríl

Viðtalur

Viðtalur við lækna ella sjúkrarøktarfrøðing eru bert eftir avtalu. 

15 minuttir

Til tær flestu viðtalurnar eru 15 min settir av til sjálva viðtaluna umframt at skriva journal. Í onkrum førum verður longri tíð sett av, t.d smáar skurðviðgerir.

Best er um tað bert er ein trupulleikar til hvørja viðtalu. Hetta er fyri at læknin kann hugsavna seg um trupulleikan og geva bestu viðger. Um tíð er til tess, kann man í onkrum førum viðgera fleiri trupulleikar. Fyri at kunna halda bíðitíðina so stutta sum gjørligt, kann verða neyðugt at fáa nýggja tíð til eftirfylgjandi trupulleikar. 

Um tú ynskir at snakka um fleiri evni, so sig tað beinanvegin, so tað er møguligt at planleggja viðtaluna eftir tí.

Viðtalur hjá sjúkrarøktarfrøðingi

Sjúkrarøktarfrøðingar í viðtaluni hava eisini sjálvstøðugar viðtalur. Tær arbeiða altíð í samráð við lækna.

Tær taka sær millum annað av:

  • barnakanningum
  • koppsetingum
  • sárrøkt
  • kontrol av kroniskum sjúkum
  • koyrikortváttanum
  • fyrireikandi viðtalum fyri læknan

Hent at vita

  • Evni | Ymiskt