Krímsár / herpes labialis

Hvat er krímsár?

Krímsár (herpes labialis) kemst frá einum virusi, ið eitur Herpes Simplex Virus typa 1 (HSV-1). Hetta elvir til smáar, pínufullar bløðrur og sár - á ella rundan um varrarnar. Eftir nakrar dagar kemur skorpa á.

Hvussu fær man krímsár?

Krímsár smittar við beinleiðis kontakt. Tað kann antin verða við mussum ella í minnið mun av attd. drekka av somu fløsku..

Krímsár smitta mest fyrstu dagarnar í einum útbrotið - eisini áðrenn sár eru sjónlig.

Verður man frískur?

Útbrotini ganga altíð yvir!

Krímsár er ein varandi sjúka, sum kemur til sjóndar við útbrotum. Títtleikin av útbrotum og hvussu ógvuslig tey eru kann broytast gjøgnum lívið. Lívsumstøður annars kunna ávirka hvussu útbrotini eru. 

Um útbrotini hjá tí einkulta eru ógvuslig ella langdrigin, so kann man viðgera við heilivági fyri at tálma útbrotinum - stytta um sjúkutíðina og royna at gera útbrotið minnið ógvusligt. 

Um útbrotini eru títt, so kann man viðgera við heilivági fyribyrgjandi/dagliga, fyri at umganga útbrot.

Hvat ger viðgerin?

Viðgerin er viðantiviralum heilivági, sum tálmar virussinum. Hetta merkir at heilivágurin drepur ikki virussin, sum gevur krímsár, men ger at hann fellir til ró aftur skjótari. Viðger riggar bert, um hon verður sett í verk tíðliga.

Viðgerin styttir útbrotið eini 2 dagar og kann gera tað minnið ógvusligt. Um viðgerin verður sett í verk ov seint, so ger hon ikki mun.

Vansar

Ikki øll nýtast viðger fyri krímsár. Hjá onkrum eru útbrotini sera mild og kanska eisini langt ímillum.

Hjáárin til viðgerina kann hjá onkrun verða illfýsni/irritabilitetur, høvuðpína og búkpína. Langtíðarhjáárin kann verða mótstøðuføri av virusinum móti heiliváginum.

Hvat skal man gera um man fær eitt útbrot?

Um man hevur eitt sár, man heldur er krímsár, so skal man ringja til lækna, sum tekur eina potan. Hetta kann staðfesta, um tað er krímsár ella okkurt annað slag av sár.

Tá mann hevur havt nøkur útbrot, so kennir tann einkulta aftur hvussu tað plagar at ganga.Tey flestu læra eisini eftirhondini at merkja, at eitt útbrot er á veg, td. tí tað kitlar í vørrini. Um viðger skal setast í verk, so er tað best at byrja beinaveg, tá tað byrjar at kitla í húðini.

Eftir potan og upplæring í at kenna síni sjúkueyðkenni, so kann man eiga heilivágin inni.

Hvat kanst tú gera sjálv/ur?

  • Lat vera við at nerte við sárini
  • Vaska hendur ofta
  • Nýt sólverju við høgum faktor móti sólútloystum útbrotum
  • Lat vera við at kyssa ella hava tætt samband við onnur meðan útbrot eru
  • Lat vera við at deila bestikk, glas, handklæði o.a. 

Viðger

Viðgerin er tablettir við antiviralum heilivági. Tað eru ymisk sløg og ymiskir mátar at taka tað uppá. Tað velst um hvat slag av útbrotið tað er, hvussu man hevur tolt viðger fyrr o.a. Tosa við læknaviðtaluni um tað.

Akut viðger

Valaciclovir:

  • 2000 mg 2 ferðir sama dag (1 dags viðgerð)

Aciclovir:

  • 200 mg 5 ferðir um dagin í 5 dagar
  • ELLA 800 mg 3 ferðir um dagin í 2 dagar

Fyribyrgjandi viðger

Onkur fáa útbrot serliga ofta ella hava serliga ring og drúgv útbrot. Hesi kunna hava gleði av fastari, fyribygjandi viðger.

Snakka við lækna um tú hevur yvir 6 viðgerarkrevjandi útbrot um árið ella tíni útbrot er sera drúgv og ógvuslig.

 Fyribyrgjandi viðger skal endurmetast 6.-12. hvønn mánað

Hent at vita

  • Dagf. | 08.07.2025
  • Evni | Sjúkur