GTPS
GTPS (Greater Trochanteric Pain Syndrome) er ein vanlig orsøk til pínu í mjødini og lærinum. Pínan situr vanliga beint yvir lærbeinshálsinum (trochanter major) og kann strála niður í beinið. Hetta kann ávirka gongulag, serliga upp ígjøgnum trappur og í mótbrekku. Tað kann eisini gera tað trupult at liggja á síðuni.
GTPS stendst ofta av:
-
Irritatión vøddum og senum umkring mjadnarkambin
-
Ovurnýtslu, skeivum rørslum ella einum ójavni millum styrki og strekk í vøddunum kring mjødnina
Hvat er at gera?
-
Venjing og rørsla: Lætt styrki- og liðiligheitsvenjing er lykilin til bata. Fysioterapeutur kann hjálpa við hóskandi venjingar.
-
Røtt venjing – ikki hvíla ov nógv: Royn heldur at vera virkin, uttan at yvirmeta mjadnina.
-
Pínustillandi: Paracetamol ella NSAID (t.d. ibuprofen) kunnu brúkast í styttri tíð at linna pínuna.
-
Kuldapakkar: Kuldabehandling á økið kann lætta um bólgu og pínu.
Nær skal tú seta teg í samband við lækna?
GTPS er vanliga ein ófarligur, men langdrigin trupulleiki. Tú ert altíð vælkomin at bíleggja eina tíð, um:
-
Pínan er viðvarandi ella versnar, hóast tú roynir viðgerð sjálv/ur
-
Tú ert í iva um, hvat pínan stendst av
-
Tú ynskir hjálp við ávísing til fysioterapi ella annað tilboð
Um pínan er áhaldandi, so er møguligt við blokadu, men hetta kemur bert uppá tal um venjing og onnur viðger er roynd.
Hent at vita
- Dagf. | 08.07.2025
- Evni | Sjúkur