Roykistopp
At gevast at roykja er ein stór og týdningarmikil avgerð fyri heilsuna – bæði hjá tær og teimum, tú ert rundan um. Royki økir munandi um vandan fyri sjúkum sum hjartasjúkur, lungnakrabba og KOL. Men tað er ongantíð ov seint at steðga!
Heilsustýrið hevur gjørt eina síðu við kunning um royking og roykistopp.
Hvussu kann eg fáa hjálp?
Í fyrstu atløgu mæla vit vanliga til nikotinsubstitution – t.d. nikotingummi ella nikotinplástur. Hetta kann minka um tørvin at roykja og gera tað lættari at halda uppat.
Um hetta ikki er nóg mikið, ber til í aðru atløgu at royna heilivág, sum krevur resept, t.d. Champix ella Zyban. Hesin heilivágur virkar á heilan og kann minka um roykitørvin.
Um tú ynskir prát um møguleikarnar, so kann tú biðja um eina tíð til viðtalu.
Hent at vita
- Dagf. | 09.07.2025
- Evni | Sjúkur