Høvuðpína
Høvuðpína er ein vanligur trupulleiki, nærum øll fólk fáa høvuðpínu uppá okkurt tíðspunkt í lívinum,
Um høvuðpínan er ring ella ofta, so kann hon ávirka gerandisdagin og lívsgóðskuna munandi. Tað finnast ymsar orsøkir og sløg av høvuðpínu, t.d. spenningshøvuðpína, migræna og clusterpína. Fyri at finna røttu viðgerðina, er neyðugt at fáa eina gott yvirlit yvir, hvussu og nær høvuðpínan er.
Hví er ein høvuðpínudagbók so týdningarmikil?
Ein høvuðpínudagbók er eitt týdningarmikið amboð, bæði fyri teg og kommunulæknan. Dagbókin gevur eitt greitt yvirlit yvir:
-
Nær og hvussu ofta tú hevur pínu
-
Hvussu leingi pínan varar
-
Hvussu sterk pínan er
-
Hvørji tekin og aðrar trupulleikar fylgja við
-
Hvønn heilivág tú tekur – og hvussu ofta
Við hesum upplýsingum ber til at:
-
Greina slagið av høvuðpínu
-
Eyðmerkja møguligar útloysarar
-
Meta um tørvin á víðari útgreining ella serlæknaviðgerð
-
Fyribyrgja og viðgera effektivt
Her á síðuni er eitt leinki til eina høvuðpínudagbók og ein høvuðpínukalendara. Bæði týðningarmikil amboð í útgreinanini av høvuðpínu.
Týdningurin av sjálvhjálp
Til ber at bøta um ella fyribyrgja nógvar høvuðpínur við smáum broytingum í gerandisdegnum. Nakrir góðir vanar eru:
-
Góðar svøvnvanar – hvørki ov lítið ella ov nógv
-
Regluligur kost og vætu vanar
-
Minst møgulig koffein og alkohol, um hetta ávirkar tín trupulleika
-
Minka um strongd – t.d. við regluligari rørslu, avslappan ella mindfulness
-
Fastar vanar og rólig ítriv
At kenna sín kropp og síni pínumynstur ger tað lættari at stýra við sjálvhjálp og rættari heilivágsnýtslu.
Vandin við medicinyvirforbrúki
Tað er lætt at koma inn í ein ringa ringrás, har man tekur heilivág ov ofta fyri at linna pínuna – men so verður pínan verri við tíðini. Hetta kallast medicinyvirforbrúkshøvuðpína (Medication Overuse Headache, MOH).
-
MOH kann standast av vanligum heilivági sum paracetamol, ibuprofen og migrænu medisini, um tey verða tikin ov ofta
-
Um tú tekur heilivág meira enn 10–15 dagar um mánaðin (alt eftir slag), er vandi fyri, at pínan verður kronisk
-
Tí er tað avgerandi at hava eina dagbók og fáa vegleiðing frá lækna, heldur enn at royna seg sjálvan við heilivági í longri tíð.
Hent at vita
- Evni | Sjúkur
- Dokumentir | Høvuðpínudagbók, børn | Høvuðpínudagbók, vaksin