Lendapína

Ryggjapína, serliga lendapínu (pína í niðara parti av rygginum) er ein vanligur trupulleiki. Næstan øll uppliva hetta eina ella fleiri ferðir í lívinum. Hóast tað kann kennast keðiligt og pínufult, er lendaryggjapína oftast ófarlig og batnar innan fáar vikur.

Hvat er at gera?

  • Rør teg: Tað er týdningarmikið at halda seg virknan. Rørsla og vanlig daglig virki eru besti máti at koma fyri seg aftur.

  • Venjing: Lættar venjingar kunnu styrkja vøddarnar og betra um ryggin. 

  • Pínustillandi: T.d. pandodil/paracetamol ella ibuprofen kunnu brúkast í styttri tíð fyri at linna pínuna, serliga um hon forðar tær at røra teg.

Nær skal tú seta teg í samband við lækna?

Í flestu førum er ikki neyðugt at fara til lækna. Men um tú upplivir so nevnd sokallað reyð fløgg, skalt tú ringa til lækna beinanvegin:

  • Pína eftir skaða (t.d. eftir bilvanlukku ella fall)

  • Niðursetta kenslu í beininum

  • Niðursetta kraft í beininum

  • Trupulleikar við vatinum ella skarninum

  • Støðug og vaksandi pína, serliga um náttina ella í hvíld

  • o.a.

Ert tú í iva, so ert tú altíð vælkomin at biðja um eina tíð!

Hvat kann læknin gera?

Fyrst og fremst skal kannast um talan er um álvarsliga sjúku ella "bara" ilt í rygginum. 

Um tað ikki er talan um sjúku, so kann verða neyðugt við sterkari pínustillandi eitt tíðarskeið, so at tú fær vant ryggin.

Tað kann eisini verða neyðugt at fáa eina ávísing til fysioterapi, so man kann fáa vegleiðing í venjing. 

Um støðan ikki batnar, hóast venjing og onnur tiltøk, so kann ávísing til víðari greining koma uppá tal.

Hent at vita

  • Dagf. | 20.08.2019
  • Evni | Sjúkur