Trupuleikar við rørslutólinum
Trupulleikar við rørslutólinum – t.d. vøddum, liðum og sinum – eru vanligir og kunnu raka fólk í øllum aldri. Teir kunnu koma av ítrótti, tungum arbeiði, vánaligari arbeiðsstøðu, ella av vanligum sliti.
Tað eru tvey høvuðslag av skaðum í rørslutólinum
Yvirbelastningsskaðar
Yvirbelastningsskaðar (ella á donskum "overbelastningsskader") koma vanliga spakuliga. Hetta eru smáskaðar, sum koma av, at tú hevur gjørt tað sama aftur og aftur – t.d. renning, arbeiði við nógari endurtøku av somu rørslu ella vánaligari kroppsstøðu í longri tíð.
Dømi um slíkar skaðar eru:
-
Tennisalbogi
-
Rennaraknæ
-
Akslapína ella ryggjapínu
Brádliga íkomnir skaðar
Traumatiskir skaðar koma brádliga, ofta orsakað av einum óhappi ella óvæntaðari rørslu – t.d. ein bekling, eitt slitnað krossband ella brotið bein.
Hvat gert tú?
Um tú hevur trupulleikar við rørslutólinum, kanst tú í fyrstu atløgu royna at:
-
Hvíla ella broyta rørslu-/arbeiðsvanar
-
Koyra kalt á økið (við akuttum skaða)
-
Strekkja varisliga út
-
Nýta hondkeypspínustillandi heilivág
- Gera venjingar, hygg inn á SportNetDoc
Pína ella avmarking í hvat tú klárar at gera, sum heldur fram uttan bata í fleiri dagar ella vikur, eigur at verða kannað nærri.
Bið um eina tíð um tú hevur tørv á hjálp at meta um støðuna og vísa víðari, um tørvur er á fysioterapi, røntgen ella serkønari viðgerð.
Hent at vita
- Evni | Sjúkur
- Leinki | Viðgerðarstovur á Streymoy | Fysioterapeutar við avtalu við Heilsutrygd | SportNetDoc