Prostata, PSA
PSA (Prostata Specifikt Antigen) er eitt protein, sum verður framleitt í bløðruhálskertlinum (prostata) hjá monnum. PSA kann mátast við eini blóðroynd og verður ofta nýtt sum eitt amboð til at kanna møguligt krabbamein í prostata.
Tað er týdningarmikið at vera tilvitaður um, hvat ein slík kanning kann og ikki kann vísa, og hvørjar møguligar avleiðingar kunnu verða.
Hvat skulu menn vita, áðrenn teir fáa mátað PSA?
-
PSA kann vera hækkað uttan at krabbamein er til staðar. Tað kann t.d. koma av góðkynjaðum ov stórum prostata, aldrinum, súkklutúri o.a.
-
Eitt lágt PSA-tal tryggjar ikki, at onki krabbameinssjúka er.
-
Um PSA-talið er hægri enn vanligt, kann tað føra til víðari kanningar – t.d. prostata-biopsi – sum kunnu hava við sær pínu og onnur hjáárin.
Ein sjúka, ið mennist seint
Prostatakrabbi er ofta ein seint vaksandi sjúka, sum hjá mongum ongantíð gevur trupulleikar ella krevur viðgerð. Populert verður sagt at tað er "ein sjúka man doyr við og ikki av". Tað eru nógv dømi um, at menn fáa staðfest krabbasjúku, sum sannlíkt ongantíð hevði ávirkað teirra lív ella lívslongd. Í slíkum førum kann tað at fáa staðfest krabbamein føra til óneyðuga strongd og viðgerð við hjáárinum – hóast sjúkan ikki hevði kravt viðgerð. Tí hevur ein ikki altíð gagn av at vita, um ein hevur prostatakrabba.
Nær er eitt gott hugskot at máta PSA sambært vegleiðingum
Sambært vegleiðingunum skal PSA-máting bert gerast, um ein maður lýkur minst eina av hesum treytum:
-
Illgruni um krabbamein við kanning av prostata: Prostata tykist harður, óregluligur ella asymmetriskur.
-
Sjúkueyðkenni, sum kunnu benda á krabbamein: t.d. blóð í sáði, pína í lendum ella beinum, lymfødem/hovin bein, óforklára vekttap
-
Genetisk ávíst risiko: Menn yvir 40 ár við BRCA2-genvariatión.
-
Sterk familjusøga um prostatakrabba: t.d. tveir beinleiðis næstringar undir 55 ár ella trýggir tilburðir í familjuni.
Um onki av hesum er galdandi, verður PSA-máting ikki mælt til sum vanlig screening, tí vandin fyri óneyðuga strongd og viðgerð er størri enn fyrimunurin hjá flestu monnum.
Samrøða og ráðgeving
Áðrenn tú tekur støðu til PSA-máting, mæla vit til eina samrøðu við læknan. Har verður farið ígjøgnum tín heilsustøðu, møguliga familjusøgu og spurningin um, hvat tú vinnur – ella ikki vinnur – við at vita.
Áðrenn máting skal altíð eisini fremjast rektal kanning, har læknin merkir um prostata merkist normalur.
Hent at vita
- Dagf. | 20.08.2019
- Evni | Sjúkur