Fysioterapi
Fysioterapi kann vera ein týðandi partur av viðgerðini, tá tú hevur trupulleikar við vøddum, liðum, sinum ella rørslu annars. Endamálið er at minka um pínu, betra um rørsluna og hjálpa tær at koma aftur til ein vanligan og virknan gerandisdag.
Tú kanst hava gagn av fysioterapi, um tú:
-
Hevur áhaldandi pínu í ryggi, nakka, akslum ella knøum
-
Hevur fingið ein yvirbelastningsskaða
-
Aftaná skaða ella skurðviðgerð, og tú skalt uppbyggja styrki og rørslu
-
Hevur neurologiskar trupulleikar, t.d. eftir heilablóðtøpp
- o.a.
Virkin luttøka er lykilin
Tað er týdningarmikið at tú sjálvur tekur ein virknan lut í viðgerðini. Fysioterapi snýr seg ikki bara um at fáa “massagu” – tú fært vegleiðing, og tú skalt sjálvur gera heimavenjingar, útstrekkingar og tillagingar, sum fysioterapeuturin mælir til. Hetta hevur stóran týdning fyri úrslitið.
Um man fær ávísing frá lækna, so ber Heilsutrygd ein part av útreiðlsuni fyri fyrsioterapi. Tað ber eisini til at venda sær beinleiðis til fysioterapeut, men so berur man allan kostnaðin.
Um tú ert í iva, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Hent at vita
- Dagf. | 09.07.2025
- Evni | Sjúkur