Pensillin allergi

Nógv fólk halda seg vera ovurviðkvom ímóti penicillini, men í veruleikanum eru tað fá, ið hava veruligan penicillinallergi. Tað er sera týðningarmikið at skilja millum veruligan allergi og vanliga hjáárin, sum ofta verða misskilt sum allergi.

Vanligar hjáárin eru ikki allergi!

Penicillin og onnur antibiotika kunnu ofta geva hjáárin sum:

  • Búkpínu

  • Leyst lív

  • Lítlan matarlyst

  • Milt útslett, uttan skriða

Hesar hjáárin eru vanliga óskaðiligar og ikki allergiskar reaktiónir. Tí er tað týdningarmikið ikki at seta frámerkið “allergi” í journalina uttan haldgott grundarlag. Hetta kann avmarka viðgerðarmøguleikarnar í framtíðini.

Hvat er veruligt penicillinovurviðkvæmi?

Veruligt ovurviðkvæmi móti penicillini er ein reaktión í immunverjuni, og kann vísa seg við t.d.:

  • Skriðandi útsletti (urtikaria, nældefebur)

  • Hovin um andlitið og varrar

  • Tungan andadrátt, trongd

  • Sera sjálvdan: anafylaktisk sjokk

Reaktiónin kemur vanliga innan fáar tímar eftir at tú hevur tikið heilivágin – og krevur skjóta viðgerð.


Hví er týdningarmikið at fáa rætt svar?

Um tú ikki ert veruliga ovurviðkvæmur, er tað ein stórur fyrimunur at kunna brúka vanligt og effektivt antibiotika so sum penicillin. Tað  er betur enn at skifta út við annan breiðari heilivág. Tað minkar eisini um vandan fyri mótstøðuføri.

Tí bjóða vit útgreining og meting, tá ið ivi er:

  • Samrøða um tíni symptom og samanhang við pencillinviðger

  • Møguliga blóðroynd 

  • Um blóðroyndin er normal, so kann man í onkrun føri royna pencillin undir skipaðum umstøðum at vita um tað kemur nøkur reaktión.

Um tú ert í iva um, hvørt tú hevur veruliga penicillinallergi, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Hent at vita

  • Dagf. | 10.07.2025
  • Evni | Sjúkur