Testosteron, máta
Tað er ikki óvanligt, at menn í miðalaldri kenna seg troyttir, mótleysir ella hava minni kynsligan hug. Tað er natúrligt at hugsa, um hetta kann verða orsaka av onkrari sjúku ella mangul uppá okkurt, td testosteron.
Sambært læknaligum vegleiðingum gevur tað sjáldan meining at máta testosteron hjá annars frískum monnum. Orsøkin er, at testosteron hjá monnum sveiggjar nógv — bæði gjøgnum dagin og millum einstaklingar — og normaløkið er so breitt, at úrslitið gevur ikki greið svar. Eitt lágt tal merkir ikki altíð, at nakað er galið, og eitt “normalt” tal útilokar ikki trupulleikar.
Nær gevur tað meining?
Blóðroynd til at máta testosteron verður vanliga bert nýtt, um tú hevur fleiri greið sjúkutekin — og eina viðkomandi sjúkusøgu — ið geva illgruna um veruligar hormontrupulleikar (t.d. hypogonadismu/sjúk kynsgøgn). Tað gevur ikki meining at máta testosteron “bara fyri at vita”.
Hvat so?
Um tú hevur trupulleikar við orku, lyndi ella kynslívi, so gevur nógv betri meining at tosa við lækna um heildarmyndina. Tí trupulleikarnir kunnu hava nógvar ymiskar orsøkir og frágreiðingar – og tað eru ofta aðrir mátar at hjálpa tær enn at máta testosteron.
Hent at vita
- Dagf. | 08.07.2025
- Evni | Sjúkur