×
Summarfrí

Viðtalan er stongd í viku 29-30 og 32-33. Minst til at endurnýggja regluligan heilivág

Sovimedisin

Sovimedisin virkar bara í ca. 2 vikur. Eftir tað virkar tað minni og minni, tí kroppurin hevur vant seg við heilivágin. Um tú roynir at lata vera við at taka tablettina,kann tað tá følast sera óbehagiligt. 
Sovimedisin verður bert útskriva í heilt serligum føri. Tað kann vanliga ikki endurnýggjast.
Hjáárin av sovimedisini
  • Sálarlig binding vísir seg við einari innari trongd at halda fram við at taka medisina.
  • Kropslig binding vísir seg við, at tað koma abstinensur um viðgerðin steðgar brádliga.
  • Tilvenjing  merkir, at tú mást hava størri og størri mongd fyri at náa sama virkning. Hetta førir til, at heilivágurin ikki hjálpir at sovna av eftir 2-3 vikum.
  • Afturslag vísir seg við, at tey eyðkenni, sum medisini skuldi dempa, versna, tá tú steðgar við medisini. Tú fært enn truplari við at sovna.

Onnur hjáárin

Tá tú tekur sovimedisin, kanst tú gerast svimbul, forvirraður, troyttur, fáa talu- og minnistrupulleikar.

Heilin hjá eldri fólki er sera viðkvæmur fyri virkna av sovimedisini. Medisini verður niðurbrotið og útskilt seinni hjá eldri fólki. Tað tekur longri tíð, áðrenn medisini er heilt burtur úr kroppinum aftur. Tað sæst tí ofta, at sovimedisin førir til møði og minnið konsentrationsevni dagin eftir. Tað kann eisini gera at eldri fólk eru í øktum vanda fyri at detta og harvið td. brot á mjødn


Niðurtrapping

Øll, bæði eldri og ung, hava gleði av at trappa niður, eisini um tey hava tikið medisini í mong ár.

Eldri fólk hava serstakliga góðar orsøkir til at gevast við at taka sovimedisin, tí aldurin í sær sjálvum kann geva trupulleikar við at stýra vøddunum (og føra til fall og mjadnarbrot).

Tú verður lættari forvirraður, fært minnisloysi og sálarlig eyðkenni, sum falska demens.

Gransking í niðurtrapping av medisini til eldri fólki, sum hava verið á langtíðarviðgerð við sovimedisini (í miðal 15 ár), vísa, at tað betrar svøvnin um man gevst heilt við sovimedisini. Tað hevur eisini við sær at kropslige og sálarliga støðan gerst betur og við sær færri læknavitjanir. Niðurtrapping skal gerast sera seint.

Hent at vita

  • Dagf. | 27.06.2024
  • Evni | Kroniskar sjúkur