×
Summarfrí í frá viku 30 og til og við viku 33

Í summarfrítiðini er heimasíðan óvirkin og til ber ikki at bíleggja tíð, endurnýggja heilivág ella fáa svar uppá kanningar

Fótarøkt

Ein fótarøktari kann kanna, ráðgeva um og viðgera trupulleikar í húð, neglum og fótum.

Hvat kann ein fótarøktari hjálpa við?

Tú kanst millum annað venda tær til ein fótterapeut, um tú hevur:

* niðurgrógvnar negl
* tjúkkar ella torførar negl
* líktorn
* harða húð ella rivur í húðini
* trýstsár ella øki, sum verða nógv belasta
* trupulleikar vegna skeiva fótstøðu
* tørv á ráðgeving um skógvar, innlegg og røkt av fótunum
* diabetes ella aðra sjúku, sum økir vandan fyri sárum og øðrum fóttrupulleikum

Til vanliga fótarøkt er ikki neyðugt við ávísing frá lækna. Tú kanst sjálv/ur seta teg í samband við ein fótarøktara, men tá rindar tú vanliga allan kostnaðin sjálv/ur.

Hvør kann fáa ískoyti frá Heilsutrygd?
Heilsutrygd kann veita ískoyti til viðgerð hjá statsgóðkendum fótterapeuti, tá lækni hevur staðfest, at sjúkan hevur munandi avleiðingar í gerandisdegnum.

Ískoyti kann veitast í sambandi við:

* diabetes mellitus
* niðurgrógvna negl, tá tørvur er á fótaviðgerð
* arr og sár eftir skurð- ella stráluviðgerð
* svára liðagikt
* svárt psoriasis
* svárt lymfødem
* nýrasjúku, sum krevur dialysu
* muskulsvinn
* ov nógva harða húð, eisini nevnt hyperkeratosa
* svárt eksem

Tað er sostatt ikki nóg mikið bert at hava eina av nevndu diagnosunum. Læknin skal eisini meta, at sjúkan hevur so mikið stórar avleiðingar fyri føturnar ella gerandisdagin, at fótterapeutisk viðgerð er neyðug.
Um man lýkir krøvini til ávísing, so fær mann ískoyti frá Heilsutrygd. Ískoytið er ikki tað sama sum ókeypis viðgerð. Tú skalt sjálv/ur rinda munin millum ískoytið og kostnaðin hjá fótterapeutinum.

Ein ávísing kann vanliga umfata í mesta lagi seks viðgerðir.

Ynskir tú metan um lýkur treytirnar fyri ískoyti, kanst tú biðja um eina tíð í læknaviðtaluni.
Tá ávísingin er skrivað, fært tú hana við tær og letur hana til ein statsgóðkendan fótterapeut, sum hevur avtalu við Heilsutrygd.

Hent at vita

  • Dagf. | 02.07.2026
  • Evni | Kroniskar sjúkur