Rúsevnistrupuleikar
Hevur tú ella onkur tú kennir trupulleikar við rúsdrekka, rúsevnum ella øðrum rúsandi evnum, ber til at fáa hjálp og viðgerð í Føroyum.
Fleiri ymisk viðgerðartilboð eru, og viðgerðin kann m.a. vera ambulant, inniviðgerð, avrúsing, eftirviðgerð og hjálp til avvarðandi, bæði børn og vaksi. Tilboðini eru ymisk, og tú kanst lesa meira um tey hjá einstøku viðgerðarstovnunum. Viðgerð fyri bundinskap er ókeypis fyri fólk, sum búgva í Føroyum.
Heilbrigdi
Heilbrigdi veitir viðgerð fyri bundinskap av rúsdrekka, heilivági og øðrum rúsevnum. Viðgerðin byggir á Minnesota-/12-stiga leistin og fevnir m.a. um avrúsing, grundviðgerð, eftirviðgerð og familjuviðgerð.
Blákrossheimið
Blákrossheimið veitir rúsviðgerð til ung og vaksin og hevur bæði inniviðgerð og ambulanta viðgerð. Eisini eru serlig tilboð til avvarðandi. Viðgerðin er í stóran mun grundað á dialektiska atferðarterapi (DAT).
Frælsi
Frælsi er viðgerðarstovnur hjá Frelsunarherinum og er serliga ætlaður ungum við trupulleikum av rúsdrekka og rúsevnum.
Les meira hjá Frelsunarherinum
Tú kanst sjálv/ur seta teg í samband við viðgerðarstovnarnar fyri at hoyra nærri um, hvat tilboð hóskar til tín.
Hent at vita
- Evni | Kroniskar sjúkur

_result.jpg?mw=300)




