×
Summarfrí í frá viku 30 og til og við viku 33

Í summarfrítiðini er heimasíðan óvirkin og til ber ikki at bíleggja tíð, endurnýggja heilivág ella fáa svar uppá kanningar

Yvirvekt - klænkiheilivágur

Hvat er klænkiheilivágur, og hvussu riggar tað?

Wegovy/Mounjaro er heilivágur til innspræning, sum er mentur til at stuðla undir minking í vekt hjá útvaldum sjúklingum. Heilivágurin minkar um matarlystin. Harvið minkar tað nøgdina, mann etur, økir um kensluna av at verða mettur, ger tað lættari at standa ímóti ováti og minkar um svongd. Harumframt minkar heilivágurin trongdina til mat við nógvum feitti.

Øllum, sum hugsa um klænkiheilivág, verður mælt til at lurta eftir hesum podcastinum frá Radio Ligevægt - #25 - Hvis du overvejer Wegovy - så lyt her!

Prísur og heilivágsískoyti

Tað er einki ískoyti til heilivágin uttan í heilt serligum førum. Tað kostar uml. 2000 kr um mánaðin.

Hvør kann fáa heilivág?

Viðgerð við heilivági kann ikki standa einsamøll og er ongantíð 1. val í samband við at viðgera yvirvekt. Heilivágurin kann leggjast afturat øðrum tiltøkum fyri vektminking, um man metir at tað at lætna kann betra um heilsuna hjá sjúklinginum.

Hesi krøv skula verða møtt:
• BMI á minst 30
• BMI millum 27-30 og samstundis ein sjúka, sum er tengd at yvirvekt (sukursjúka, ov høgt blóðtrýst, ov høgt kolesterol, svøvnapnø ella hjarta/æðrasjúka)

Hvussu væl riggar tað?

Heilivágurin er kannaður fleiri ferðir. Tær stóru vektminkingarnar síggjast, tá ið hann verður settur saman við kosti, har man etur uml. 500 kcal ov lítið og er kropsliga virkin uml. 150 min um vikuna. Hvussu væl tað riggar, er tó eisini tengt at tí einastaka, bæði arvaeginleikum og byrjanarvektini.

Hvussu leingi riggar tað?

Viðgerðin skal eftirmetast, tá mann hevur brúkt heilivág í 3 mðr. Viðgerðin heldur bert fram, um sjúklingurin hevur mist í minsta lagi 5% av byrjanarvektini. Um sjúklingurin er lætnaður, so er viðgerðin í útgangsstøðinum lívslong. Sjúklingurin skal áhaldandi ganga til eftirlit. Teir flestu sjúklingarnir fáa øktan matarlyst og vektøking, tá tey gevast við viðgerðini.

Hvørji hjáárin fylgja viðgerðini?

Tey flestu merkja hjáárin frá maga og tarmum. Vanliga búkpínu, vaml, leyst lív, harðan maga og spýggju. Summi gevast við viðgerðini av hesi orsøk. 

Hvussu gera vit í hesi viðtaluni?

Um tú hevur áhuga í viðgerð við heilivági, so skalt tú fylgja einum tilgongd hjá sjúkrarrøktarfrøðingi, sum er løgd til rættis av læknanum. 

1. viðtala: Har verða staðfestar verandi sjúkur, møguliga útgreinað fyri aðrar sjúkur, skrásett hvat longu er roynt fyri at lætna. Vekt, hædd og málvekt verður skrásett. Ein ætlan fyri kost og venjing verður løgd. Sjúkrarrøktarfrøðingurin bíleggur blóðroyndir og hareftir fær mann eina tíð til næstu viðtalu.

2. viðtala:Hon er uml. 1-2 mðr eftir 1. viðtalu. Blóðroyndir verða eftirhugdar. Tað verður mett um kost- og venjingarætlan er fylgd. Læknin tekur her avgerð um heilivágur er eitt møguligt ískoyti til viðgerðina fyri yvirvekt. Um tað verður mett, at heilivágur skal byrjast fær sjúklingurin eina resept. Summi velja at byrja viðgerð heima. og onnur velja at koma til viðtaluna til 1. innspræning hjá sjúkrarrøktarfrøðingi.

3. viðtala og framyvir:
1. viðgerðarárið kemur mann til kontrolviging og samrøðu uml. einaferð um mánaðin hjá sjúkrarøktarfrøðingi. Viðgerðin verður spakuliga økt, alt eftir hvussu sjúklingurin tolir tað. Viðgerðin verður steðgað, um vektin ikki minkar nøktandi, ella um mann ikki møtir til samrøðurnar.
2. árið skal mann koma til samrøðu og viging 3. hvønn mánað.
Eftir 2 ár við viðgerð, kann mann royna at stegða viðgerð. Vit viðmæla at halda fram at koma til kontrolviging 3. hvønn mánað í 1 ár, eftir viðgerðin er steðgað. 



Hent at vita