×
Summarferian liðug

So eru viðtalan opin aftur sum vant. Vegna nógvar umbønir um tíð, kann roknast við bíðitíð til at fáa svar. Somuleiðis muga vit taka okkum av teimum mest átroknandi trupuleikunum fyrst.

Barnakanningar

Í læknaviðtaluni hjá Turið H. Johannessen fylgja vit tilmælunum hjá heilsustýrinum um, at øll børn skulu hava tilboð um 7 fyribyrgjandi heilsukanningar. Tilmælt verður at børn verða kannað, tá tey eru 5 vikur, 5 mánaðir og 1 ár, hareftir árliga til tey eru 5 ár. 

Kanningarnar skula tryggja at barnið trívast, møguliga finna onkrar viðføddar sjúkur og tryggja, at hoyrn og sjón eru í lagið. 

Tær fyrstu 2 kanningar verða gjørdar av lækna, hareftir verða kanningarnar gjørdar av sj.fr. í samráð við lækna.

  • 5 vikur - øll kanningin hjá lækna
  • 5 mánaðir - vekt og hædd hjá sj.fr, kanning hjá lækna
  • 1 ár - kanning hjá sj.fr. í samráð við lækna
  • 2 ár - kanning hjá sj.fr. í samráð við lækna
  • 3 ár - kanning hjá sj.fr. í samráð við lækna
  • 4 ár - kanning hjá sj.fr. í samráð við lækna
  • 5 ár - vekt, hædd, eyga og oyru hjá sj.fr., kanning og samanumtøka hjá lækna

Um barnakanningin gevur orsøk til nærri kanning, so fær man møguliga eina nýggja tíð til tað. 

Í samband við onkrar barnakanningar verða børnini eisini koppsett. Sí meira í kunning um koppsetingarprogrammið.

Til ber at skriva barnið upp á heimasíðuni "husk barnet", so fær man ein teldupost tá tíð er at fara til barnakanning ella koppseting.

Hent at vita

  • Evni | Børn
  • Leinki | Husk barnet
  • Minst til at hava við | vaccinatiónskort, heilsubók