×
Stongt vegna skeið

Vit hava stongt 5. og 6. novembur. Vit eru aftur í viðtaluni mánadagin 9. novembur

Koppseting fyri HPV

HPV (Human Papillomavirus) er eitt sera vanligt virus, sum kann elva til fleiri sløg av krabbameini, millum annað lívmóðurhálskrabba, krabba í munni og svølgi, kynsgøgnum og baktarmi. HPV kann eisini elva til kynsvørtur.

HPV-koppseting verður viðmælt bæði gentum og dreingjum, tá tey eru 12 ár. Koppsetingin verjir best, um hon verður givin, áðrenn barnið gerst kynsliga virkið.

Hvør kann fáa ókeypis koppseting?

  • Øll børn og ung millum 12 og 17 ár.

  • Ungfólk fødd í 2006 og 2007 kunnu eisini fáa ókeypis koppseting fram til 31. desember 2026.

Hvussu nógvar koppsetingar skulu gevast?

  • Undir 15 ár við fyrstu koppseting: 2 dosur við minst 5 mánaða millumrúmi.

  • 15 ár ella eldri við fyrstu koppseting: 3 dosur, vanliga við 0, 2 og 6 mánaðum.

Um tú ikki hevur fingið allar koppsetingarnar, ber til at halda fram, har tú slepti. Tað er ikki neyðugt at byrja av nýggjum.

HPV-koppseting er trygg og veitir góða verju móti fleiri sløgum av krabbameini. Kvinnur skulu tó framvegis luttaka í screening fyri lívmóðurhálskrabba, hóast tær eru koppsettar.

Les meira um HPV-koppseting hjá Heilsustýrinum.

Hent at vita

  • Evni | Børn