×
Summarfrí

Viðtalan er stongd í viku 29-30 og 32-33. Minst til at endurnýggja regluligan heilivág

Lichen sclerosus

Lichen sclerosus er ein kronisk sjúka í bindivevnaðinum í húðini og slímhinninum á uttari kynspørtunum og rundanum endatarmin.
Øll kunna fáa Lichen, tó eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum fáa sjúkuna. Ofta vísir sjúkan seg fyrst eftir skiftisárini. Orsøkin til sjúkuna er ógreið.

Soleiðis er Lichen Sclerosus (LS)
Tá ið ein hevur LS, forferst bindivevnaðurin í slímhinnunum og ístaðin kemur ein fastari bindivevnaður, sum líkist arrvevnaði.
LS ger, at slímhinnan á uttaru kynsgøgnum verður bleik. Harafturat verður slímhinnan tynri og lætt rukkað, rivur kunna koma í.

Sjúkueyðkenni (hjá kvinnum)
LS kemur so líðandi.

  • Skriða, sviða, brennandi kenslu og pínu
  • Pínu við samlegu
  • Tunnari húð, sum klovnar lætt
  • Bløðing í slímhinnum

Seinfylgir kunna verða

  • Innaru kynsvarrar svinna
  • Inngongin til skeiðina gerst trong
  • Vevnaðurin um klitoris gerst strammur

Soleiðis verður Lichen Sclerosus staðfest
Um læknin sær tær eyðkendu broytingarnar í undirlívinum, so kann Lichen Sclerosus verða staðfest. Í summum førum verður ein vevnaðarroynd tikin, men tað er ikki avgerandi fyri diagnosuna. Lichen Sclerosus verður ofta tulka sum svampur, og tað kann ganga long tíð áðrenn rætta diagnosan verður staðfest.

Viðger av Lichen Sclerosus
Hjá flestu sjúklingum kann sjúkan haldast niðri við salvu (Dermovat). Hetta er ein hormonsalva.

Tá sjúkan verður staðfest er viðgerin soleiðis:

  • 1 lag hvørt kvøld í 4 vikur
  • 1 lag annað hvørt kvøld í 4 vikur
  • 1 lag tvær ferð um vikuna í 4 vikur
  • 1 lag um vikuna lívslangt

Samstundis verður viðmælt at smyrja feittkrem ella olju á tvær ferðir dagliga (td. Decubal, Warming critical care, mandelolju, kokosolju, babyolju).

Viðgerin skal fáa sjúkuna at binda frið og umganga seinfylgir.

Onnur tiltøk kunna verða:

  • Smyr olju á áðrenn brúsu
  • Ikki nýta vátserviettar
  • Ikki rakað sær í neðra
  • Nýta bummuls, silki ella bambus trussur
  • Ikki tættsitandi buksir
  • Sova í ongum trussum
  • Ver varug við litevni, skolievni og luktilsi
  • Ikki nýta bind, umhugsa menstruationskopp ella spiral

Uppblussan
Lichen sclerosus er ein kronisk sjúka, og hon kann av og á blussa upp, hóast viðger. Um so er, so kanst tú smyrja salvuna (Dermovat) á aftur dagliga í 4-7 dagar, og hareftir aftur til eina ferð um vikuna. Nýt í mesta lagið 30-60 g av Dermovat um árið.

Samlív og samlega
Sjúkan hevur ávirkan á samlívið. Tað kann verða torføt at hava samlegu vegna pínu. Tað er umráðandi at tú fortelur tínum maka , hvussu nógv sjúkan ávirkar teg.

Saman kunna tit royna at finnað loysnir, soleiðis at samlív og samlega verða hildin við líka. Td. varligar legur, silikonebaserað glíðikrem, feittkrem. Lichen Sclerosus smittar ikki.

 

Eftirmeting og árskontrol
Tað er viðmælt at tú gongur til eftirlit hjá lækna. Hvussu ofta velst um aktivitetin í sjúkuni. Í minsta lagið árliga. Hevur tú uppblussan, sum tú ikki fær bilbugt við, vend tær so til lækna

 

Kunning
Nógv kunning er á alnótini

Hevur tú spurningar, so ert tú altíð vælkomin at venda tær til viðtaluna.

Hent at vita

  • Dagf. | 24.06.2024
  • Evni | Kvinnur