Inkontinens

Inkontinens – trupulleikar við at halda uppá vatnið – er ein vanligari trupulleiki, enn nógv halda. Serliga hjá konufólki.

Inkontinens kann raka í samband við barnsburð, aldur ella hormonbroyt­ingar. Tað er ikki nakað, tú skalt liva við í tøgn – hjálp er tøk, og ofta ber til at bøta munandi um støðuna.

Sløg av inkontinens

Inkontinens kann vísa seg á ymiskan hátt:

  • Stressinkontinens: Urinleki, t.d. tá tú hostar, nýsur, hoppar ella rennur.

  • Urgeinkontinens: Tú kennir brádligan sterkan tørv at fara á vesið – og torført at halda aftur.

  • Blandað inkontinens: Ein blanding av báðum omanfyri nevndu.

Orsøk og vandatekin

Orsøkirnar kunnu vera nógvar:

  • Veikur kokubotnur

  • Broyt­ingar í hormonun (serliga eftir yvirgangsaldurin)

  • Skaðar ísv. barnsburð

  • Yvirvirkin bløðra

  • Hjáárin frá heilivági ella sjúkum

Tað er týdningarmikið at venda sær til lækna, um tú hevur trupulleikar við at halda vatinum. Tað er ofta møguligt at finna eina viðgerð, ið riggar júst til tín tørv.

Hvat kann gerast?

Viðgerðarmøguleikarnir eru ymiskir og verða lagdir til rættis eftir orsøkini og hvussu álvarsligur trupulleikin er:

  • Venjingar av kokubotninum (ofta við vegleiðing frá fysioterapeuti)

  • Lívsstílsbroytingar (t.d. vekttap, minni koffein, broyting í vætuinntøku)

  • Heilivágur

  • Sjúkrahúsviðgerð ella skurðviðgerð í serligum førum

Hent at vita