Barnloysi
Avbjóðingar við barnloysi raka tíverri fleiri pør ella kvinnur. Orsøkirnar kunna verða ymiskar. Um man upplivir avbjóðingar við at gerast við barn, so kann man venda sær til okkara og so kann man gera eina útgreining. Hvussu umfatandi hon er velst um hvat innleiðandi kanning og samrøða vísir.
Um kanningarnar og møgulig viðger ikki endar við at kvinnan gerst við barn, so kann mann verða ávístur til viðger fyri barnloysi.
Viðger fyri barnloysi
Fyri at koma í viðgerð fyri barnloysi, skalt tú verða ávíst til gynækologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum.
Áðrenn tú setir teg í samband við okkum, so kann hyggja um tú lýkur treytirnar fyri at fáa viðgerð. (sí leiðreglurnar niðanfyri)
-
Leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð
- Av heilsuávum og í mun til møguleikan fyri at viðgerðin skal eydnast, skal kvinnan vera <40 ár tá, hon verður ávíst til viðgerðar fyri barnloysi, og skal ikki vera fylt 41 ár, tá eitt nýtt viðgerðarumfar byrjar. Er talan um eggdonatión, skal kvinnan verða <39 ár, tá hon verður ávíst til viðgerð fyri barnloysi.
- Er talan um pør, skal maðurin av heilsuávum verða <55 ár.
- Er talan um pør, skulu tey hava havt óviljað barnloysi, tvs. uttan graviditet, í minst eitt ár.
- Av heilsuávum verður tilmælt, at BMI hjá kvinnuni er >18 og <35.
- Kvinnan skal ikki vera steriliserað. Er talan um pør, skal hvørgin teirra vera steriliseraðu.
- Heilsa og/ella lív hjá kvinnuni skal ikki setast í vanda av viðgerð fyri barnloysi, viðgongu ella barnsburði.
- Er ivi um foreldraførleika, skal heilsustarvsfólkið við samtykki frá parinum/kvinnuni leggja málið til Familjufyrisitingina at taka støðu til. Noktar parið/kvinnan at geva samtykki til at læta málið til Familjufyrisitingina, skal heilsustarvsfólkið sýta viðgerð fyri barnloysi.
-
Tal av børnum
- Sjúkrahúsverkið fíggjar 2 x 3 viðgerðir til pør til upp til 2 felags børn, og 2 x 3 viðgerðir til stakar kvinnur upp til 2 børn.
Verður tú av Sjúkrahúsverkinum ávíst til fertilitetsviðgerð, verður viðgerðin veitt í Danmark. Landsjúkrahúsið stendur fyri útgreiningini, meðan viðgerðin verður veitt í Keypmannahavn. Tú/tit fáa ferð, uppihald og viðgerð goldin av Sjúkrahúsverkinum, meðan tit sjálvi skulu gjalda fyri heilivág.
Hent at vita
- Evni | Kvinnur