×
Páskafrí

Í páskavikuni verða bert neyðugar viðtalur avgreiddar. Læknarnir í húsinum hava opið uppá skift. Vit hava opið aftur 2. apríl. Gleðilig páskir

Barnakonukanningar

Tá mann er við barn er tilboð um kanningar hjá kommunulækna og jarðarmóður. 1. viðtalan er hjá kommunulækna, sum so sendur ávísing til Landssjúkrahúsi. 

Tá tú ert komin uml. 6-8 vikur skal tú koma til 1. viðtalu. Til ta viðtaluna skula svarast uppá spurningar um heilsu, fyrrv. føðingar v.m. Tað hevði lætt um, um mann hevur útfylt spurnarblaðið á hesi síðuni og hevur tað við til viðtaluna. 

Til allar viðtalur skal man hava eina landroynd við, tað er sjálvandi eisini møguligt at gera eina landroynd í viðtaluni. 

Mann skal sjálvur biðja um tíð til viðtalurnar, mann verður ikki innkallaður. 

  • Fyrsta viðtalan í uml. viku 6-8 (er hjá sjúkrarøktarfrøðingi)
  • Onnur viðtalan í uml. viku 10
  • Triðja viðtalan í uml. viku 24
  • Fjóðra viðtalan í uml. viku 34
  • Fimta viðtalan uml. 8 vikur eftir føðing

Hent at vita