×
Flaggdagur

Fríggjadagin 25. apríl er viðtalan stongd. Vit vísa til læknavaktina

Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Allar kvinnur í aldrinum 23-64 ár fáa bjóða eina ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa fyrstu innkalling, tá tær fylla 23 ár. Hareftir verður man kannaður regluliga. Fram til 30 ár er kanningin 3. hvørt ár, hareftir er kanningin 5. hvørt ár. Tá tú hevur fingið innkalling, skalt tú biðja um tíð í viðtaluni, fyri at fáa gjørt sjálva kanningina. 

Kanningin verður framd av einum lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi, sum er upplærd í kanningini. Tað er ein undirlívskanning, har tað verður tikin ein roynd av kyknunum í lívmóðurhálsinum. Royndin verður síðani send til Danmarkar. Mann skal sjálvir ringja ella biðja um svar umvegis heimasíðuna uml. 2-3 vikur eftir at royndin er tikin.

Vísir kanningin broytingar, kann tað verða neyðugt við einari nýggjari roynd. Eisini kann tað verða neyðugt við víðari kanning á Landssjúkrahúsinum.

Hent at vita