Viðtalan er stongd. Hevur tú bráðfeingis tørv á læknahjálp vísa vit til aðrar kommunulæknar í húsinum. Viðtalan er opin aftur sum vant mánadagin 9/12-24 kl 8.00.
Ert tú vanur/von at fáa onkran heilivág og skalt hava reseptina endurnýggjaða, ber til at fylla niðanfyristandandi oyðublað út. Vit venda aftur til tín, tá heilivágurin er klárur at heinta á apotekinum. Vit tryggja okkum rætt til at sýta at endurnýggja reseptir uttan læknaviðtalu, um vit halda tørvur er á tí.
Vit stremba eftir at reseptir til 1 ár verða skrivaðar til árskontrol hjá lækna. Um tú manglar heilivág, skal tú møguliga eisini biðja um tíð til árskontrol.
Tekur tú vanaelvandi heilivág, t.d. sissandi ella sterkt pínustillandi, skal tú koma til viðtalu at fáa endurnýggja reseptirnar.