×
Summarfrí

Viðtalan er stongd í viku 29-30 og 32-33. Minst til at endurnýggja regluligan heilivág

Bløðrubruni

Bløðrubruni er ein sera vanligur bruni, sum flest allar kvinnur fáa eina ella fleiri ferð.

Ofta er viðger við bakteriutýnara (antibiotika) ikki neyðugt. Yvirviðger við bakteriutýnara kann elva til óneyðug hjáárin og mótstøðuførar bakteriur.

Ca. helmingurin at øllum kvinnum við tekin til bløðrubruna hava sjúkuelvandi bakteriur í landinum, tískil er tað eisini bara helmingurin sum fær bata av bakteriutýnara. Hin helmingurin fær eina óvirkna viðger, sum í ringasta føri gevur hjáárin.

Vert at vita um bløðrubruna

 1. Nær skal eg fara til lækna?

 Tú skal fara til lækna tá:

  • Tú fær ilt ella tað svíður illa, tá tú letur vatnið
  • Tú hevur febur ella feburkenslu
  • Um tú hevur pínu í búkinum ella lendunum
  • Um tað er blóð í landinum
  • Um landið er gruggut og luktar illa

  

2. Hvussu veit eg um eg skal hava bakteriutýnara (antibiotika)?

 Bakteriutýnari hjálpur bara um tað eru bakteriur í landinum. Tí er tað bara læknin, eftir at hava kannað landið, sum kann siga tær, um tú skal hava viðger við bakteriutýnara.

 Tað er týðningarmikið, at man bert viðger tey, sum hava gleði av viðgerini. Hetta fyri at umganga óneyðug hjáárin og mótstøðuførar bakteriur.

 3. Kann er byrja viðger við heilivági eg eigi inni/onkur annar eigur inni?

 Nei!! Tú má ongantíð byrja viðger við bakteriutýnara uttan at hava verið hjá lækna. Tað er ikki vist at tíni eyðkenni eru vegna bløðrubruna, tað má staðfestast hjá lækna. Um tú fært viðger við bakteriurtýnara, so er týðningarmikið, at tú fylgir leiðreglunum og tekur kurin sum fyriskrivað.

4. Hvussu umgangi eg bløðrubruna?

 Summi fáa oftari bløðrubruna enn onnur. Her eru nøkur góð ráð:

  • Onkrar kvinnur fáa bløðrubruna eftir samlega. Tað kann hjálpa at lata vatnið innan 1 tíma eftir samlegu.
  • Hvussu man skoynir sær hevur týdning. Man skal umganga at føra bakteriur frá endatarminum fram móti urinrørinum.
  • Onkur gitnaðarfyribyrging (prævention) kann økja um títtleikan av bløðrubruna. Spyr læknan um tú møguliga skal skifta gitnaðarfyribyrging.

  

5. Hvat skal eg gera um eg bert merki eitt sindur?

 Tað er ikki vist at tú hevur bløðrubruna um tú bert merkir veik eyðkenni. Tað kann t.d. verða:

  • At tú ert “húðaleys” eftir samlegu
  • At rovurnar eru eymar eftir hártøku
  • At tú hevur bruna í urinrørinum, sum gongur yvir av sær sjálvum

Síggj tíðina an og ver tolin. Tað kann verða tað gongur yvir. Um tað versnar, so ring til lækna.

Góð ráð

Drekk ríkiligt

Tak hondkeypspínustillandi (ipren 200 mg, 2 tbl 3 ferð um dagin)

 Síggj tíðina an (nakrar dagar)

Hent at vita