Skiftisár
Flestu kvinnar hava eingi ella mild eyðkenni uppá skiftisár. Skiftisárini er ein tíð í lívininum hjá kvinnuni, har østrogen mongdin í blóðinum er minkandi. Hetta kann geva eyðkenni sum hitatúrar, svøvntrupuleikar og annað.
Miðalaldurin fyri skiftisár er 51 ár.
Nakrar kvinnur klára seg við at tillagað lívvstílin, men tað eru kvinnar, har eyðkennini eru so ring, at tað ávirkar lívsgóðskuna.
Tað er møguligt at viðgera hesi eyðkenni í ein styttri ella longri yvirgang, tá tað er ringast.
Tað eru fleiri ymisk sløg av viðger, so viðgerin má veljast eftir hvørji eyðkenni man skal raka. Umframt hetta skula atlit takast til hjáárin og arvalag fyri aðrari sjúku.
Um tú hevur moderat ella ring tekin uppá skiftisár, so bið um eina tíð til prát um tað.
So má man í hvørjum einstøkum føri meta um fyrimunir og vansar við viðger.
Um man fer í viðger við østrogen, so skal tað regluliga eftirmetast um viðgerin skal halda fram - vanliga árliga.
Viðgerin skal helst ikki halda fram í meir enn 5 ár.
Menokind er ein podcast røð, har ymisk um skiftisár verður umrøtt.
Hent at vita
- Evni | Kvinnur







