×
Skert virksemi

Hesa vikuna er skert virksemi, tí øll starvsfólkini fara til Læknadagar at førleikamenna okkum. Frá mikudegnum á middegi er stongt og vit vísa til hinar læknarnar í húsinum. Vit eru aftur mánadagin 22/11.

Skifta lækna

Um tú ynskir skifta lækna, so skal tú venda tær til Heilsutrygd. Tað er myndugleikin, sum varðar av kommunulæknum.

Kommunulæknar kunna stegða uppskriving av fleiri sjúklingum til viðtaluna, tá viðtalan varðar av yvir einum ávísum tali av borgarum. Tú kann sostatt ikki velja frítt, men bert millum kommunulæknar, sum hava opið fyri uppskriving.

Kommunulæknaviðtalan hjá Turið H. Johannessen hevur í løtuni ikki opið fyri uppskriving. 

Hent at vita