×
Stongt 19. apríl 2024

Viðtalan er stongd 19. apríl. Vit hava opið aftur sum vant mánadagin 22. apríl

Koppseting fyri beinkrím

Hvønn vetur ber til at koppseta seg fyri beinkrím. 

Koppsetingin er ókeypis fyri øll fólk, sum eru 67 ár ella eldri.

Hon er eisini ókeypis hjá fólki undir 67 ár, men sum eru serliga útsett og hava t.d:

  • Niðursett lungnavirkni/astma
  • Hjartasjúku
  • Sukursjúku
  • Niðursetta immunverju
  • Livur- og nýrasvignan
  • Ovurfiti (vegleiðandi BMI yvir 40)
  • Barnakonur frá 13. barnsburðarviku
  • Húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju
  • Aðrar varandi sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at beinkrím hevur við sær álvarsligan heilsuvanda

Koppsetingin fyri beinkrími verjir tey flestu, men ikki øll. Tað ber til at fáa beinkrím, hóast tú er koppsett/-ur, men sjúkugongdin verður oftast mildari.

Um tú ikki lúkur krøvini til ókeypis koppseting, ber til at gjalda fyri koppsetinga sjálv/ur. So skal mann seta set í samband við lækna at fáa eina resept og síðani koma til lækna at verða koppsettur. Kostnaðurin er koppingarevni + 100 kr.

Góð ráð

Beinkrím smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, njósa og tílíkum. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar og síðan nemur við eygu, nøs ella munn.

  • Hosta og njósa í einnýtis-lummaturriklæði, savna tey í einum afturlatnum posa, til tey verða burturbeind. Ella hosta og njósa í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Vaska hendurnar gjølla
  • Verð heima, um tú ert sjúk/-ur – til tú hevur verið fepurfrí/-ur í eitt samdøgur.

Hent at vita

  • Evni | Ymiskt