×
Summarferian liðug

So eru viðtalan opin aftur sum vant. Vegna nógvar umbønir um tíð, kann roknast við bíðitíð til at fáa svar. Somuleiðis muga vit taka okkum av teimum mest átroknandi trupuleikunum fyrst.

Prísir fyri veitingar

Fólk búsitandi í Føroyum hava atgongd til ókeypis læknahjálp. Læknin fær afturfyri gjald frá Heilsutrygd, sum umsitir heilsutrygdargjaldið, sum øll fólk yvir 18 ár búsitandi í Føroyum gjalda. 

Kommunulæknin veitir tó eisini tænastur, sum ikki eru umfataðar av avtaluni við Heilsutrygd. Í onkrun førum er tað ein annar gjaldari, t.d. tryggingarfelag, almannaverkið ella arbeiðsgevari. Um eingin annar gjaldari er, so skal borgarin gjalda fyri tænastuna.

Prísir fyri veitingar

Heilsuváttanir

  • Koyrikort - 500 kr
  • Sjófólk (bláa bók) - 1000 kr
  • Offshore (petroleumsattest) - 1.500 kr
  • Vinnukavarar (FO) - 1.700 kr
  • AFS, CISV, Rotary o.l. - 400 kr
  • Ættleiðingarpappír - 500 kr
  • Aðrar heilsuváttanir verða príssettar í hvørjum einstøkum føri

Sjúkramelding

  • Sjúkramelding til fastlønt - 500 kr
  • Aðrar sjúkrameldingar verða príssettar í hvørjum einstøkum føri
  • Sjúkrameldingar til ALS, barsilskipanina og almannaverkið verða goldnar av móttakandi stovni
  • Sjúkramelding í samband við avlýsing av ferð - 600 kr

Koppseting

  • Koppsetingarætlan (1. viðtala, obligatoriskt) - 300 kr
  • Koppsetingar, injektion - 150 kr
  • Eftirfylgjandi koppsetingar, injektionir, sama dag - 75 kr prik

Útlendingar, sum eru búsitandi uttanfyri Norðurlond og Stóra Bretland

  • Byrjanarprísur fyri viðtalur (15 min) - 600 kr
  • Onnur viðger, t.d. seyma sár verður príssett í hvørjum einstøkum føri

Hent at vita

  • Evni | Ymiskt