Læknavakt HÚ
Læknavaktin er staðsett á Landssjúkrahúsinum.
Tað eru tvey sløg av vaktum
- Visitations/konsultations vaktir
- Koyrivaktir
Nærri lýsing av læknavaktini kann lesast her
Sum partur av introduktionsstarvinum og høvuðsútbúgvingarstarvinum eru nøkur minimumskrøv til arbeiði og royndir í læknavaktini. Tey krøvini síggjast í kompetancekort 7.
Nakrir yngri læknar hava eitt ynski um at arbeiða meira í læknavaktini fyri at fortjena meira. Vaktleiðarin hevur gjørt eitt upplæringarprogram, so man kann tryggja sær at yngri læknin er førur fyri at hava sjálvstøðugar vaktir.
Kvalifikationskort 7 kompetence 83 í fase 3
Fyri at fáa góðkent kompetance 83 í útbúgvingarprogramminum, so skal man hava góðkent kvalifikationskort 7. Tað eru ymisk krøv alt eftir hvar man er í útbúgvingini. Vaktirnar kunna ikki takast áðrenn man er komin á tað fasuna, sum lýst á kvalifikationskortinum.
Læknavaktsarbeiði er ein obligatoriskur partur av høvuðsútbúgvingini í almenn medicin. DSAM hevur gjørt Kvalifikationskort 7 at hjálpa til at uppnáa teir førleikarnar. Av tí at okkara læknavakt ikki er skipað á sama hátt, so hava vit fingið loyvi at tillagað hana nakað.
Danska versiónin sæst her
Føroyska versiónin sæst her
Tað er ábyrgdin hjá útbúgvingarlæknanum at fáa uppfylt sínar kompetansur í samráð við tutor.
Um man tekur vaktir saman við tutor, so skal tað avspadserast. Um yngri læknin tekur vaktina sjálvstøðugt, so fær man tilhoyrandi løn. Vaktir, sum verða tiknar sjálvstøðugt, muga ikki ávirka dagarbeiði.
Taka sjálvstøðugar vaktir
Fyri at verða góðkendur at taka sjálvstøðgar vaktir, skal man verða góðkendur av vaktleiðarinum – í løtuni er Turið H. Johannessen, fungerandi vaktleiðari.
Tað eru yvirlapp millum programmi fyri kompetancekort 7 og upplæringarprogrammið at fáa rætt at taka vaktir. Tað kann gerast samstundis.
Programmið sæst her
So hvørt man fær góðkent førleikar skal vaktleiðaran hava tað at vita, hann kunnar so Heilsutrygd. So ber til at upprætta læknan í Vaktplan at taka viðkomandi vaktir.
Hent at vita
- Evni | HÚ
