Ikki kravd skeið - HÚ
Sambært sáttmálanum hjá yngri læknum (§26, stk. 7) hava yngri læknar í klassificerðaum størvum rætt til 3 valfríð skeið um árið. Tó í fyrsta lagið eftir ½ árs setan (§26, stk. 9).
Tað merkir at eftir Fasu 1, kann ein lækni í høvuðsútbúgvingarstarvið søkja um valfrí skeið. Sambært sáttmálanum hjá yngri læknum, skula skeiðini helst verða hildin uttanlanda, fyri at stimbra um menning av læknanum.
Mannagongdin, tá man søkir, er ymisk, alt eftir hvar tú starvast:
Arbeiðsstað á Landssjúkrahúsinum - umsókn til leiðandi yvirlækna. Man skal brúka eitt standarsoyðblað íroknað metan av kostnað vm.
Arbeiðsstað hjá kommunulækna - umsókn til formannin í útbúgvingarnevndina
Umsóknin verður mett út frá fylgjandi treytum:
- Er tað viðkomandi fyri útbúgvingarleiðina hjá viðkomandi lækna
- Er evnið viðkomandi fyri læknan í sambandi við tær starvsuppgávur viðkomandi røkir á LS ella í kommunulæknaviðtalu
- Í ivamálum lann leiðandi yvirlækni/formaðurin í útbúgvingarnevndini taka spurningin upp við kliniska vegleiðarin hjá viðkomandi
- Í metingini hvat viðvíkir skeiðum í útlandinum, skal eisini innganga hvørt viðkomandi lækni hevur tikið aktivt av møguleikum fyri at luttaka á skeiðum, sum skipað verður fyri í Føroyum. Hetta serliga í sambandi við atlit til fíggjarliga rásarúmið, ráðleggingar og raðfestingar av fíggjarliga tilfonginum hjá LS.
Sambært sáttmálanum hjá yngri læknum kann eitt skeið vara 1-5 dagar. Skeiðsútreiðslurmar umfata skeiðsgjald, frí við løn og flutningsútreiðslur.
Hent at vita
- Evni | HÚ
