×
Summarfrí

Viðtalan er stongd í viku 29-30 og 32-33. Minst til at endurnýggja regluligan heilivág

Astma hjá børnum

Hvat er astma?  Astma er ein ávirkan í smáu luftvegunum (bronkium), har hesi trekkja seg saman og kunnu geva trupulleikar við anding og hosta. Nógv børn og vaksin hava bara eyðkenni í styttri tíðarskeið ella aktiviteti, meðan onnur hava næstan daglig eyðkenni. Astma kann í byrja í øllum aldri, men nógv børn vaksa frá tí.

Eyðkenni: Hugsa um astma, tá barnið títt fleiri ferðir hevur havt hesi eyðkenni:

  • Hosta við slím, serliga um náttina
  • Hosta við aktivitet
  • Pípan ella knarrandi anding. "Andingin kann hoyrast"
  • Strammur fyri bróstinum

Ymsir faktorar kunnu útloysa eitt astma-álop:

  • Forkølilsi
  • Vátt ella kalt veður
  • Irriterandi evni: Roykur, dust, steikios
  • Ovurviðkvæmi: Dustmottur, mold, djór við feldi, pollen

Hví fær man astma?  Hóast man veit, at arvaligir faktorar spæla ein leiklut í, er tað enn ógreitt, hví einstaklingurin fær astma.

Hvussu verður barnið kannað í læknahúsinum? Við fyrstu vitjan fara vit at tosa við tykkum og barnið um hvussu leingi og hvussu ógvuslig eyðkennini hava verið. Tað kann tí verða eitt gott hugskot at skriva niður, nær, hvussu ofta og í hvørjum støðum barnið hevur eyðkenni, áðrenn vitjanina hjá læknanum.

Vit fara eisini at spyrja, um aðrir familjulimir hava astma og/ella ovurviðkvæmi, og um ávísir faktorar útloysa eyðkennini. Tað verður gjørt ein kropsliga kanning og "lurta" eftir lungunum.

Diagnosan "astma" verður neyvan sett við fyrstu vitjan og veldst nógv um gongdina.

Tað eru eingin blóðroyndir ella røntgenkanningar, sum kunnu staðfesta ella avnokta diagnosuna.

Hjá eldri børnum yvir 5 ár verður møguliga gjørt ein sokallað "peak-flow" máting, sum er ein einfalt og fullkomiliga ófarlig kanning av lungufunktiónini.

Hvussu verður astma viðgjørt? Viðgerðin av astma veldst um tíð og hvussu ring eyðkennini eru. Hon kann býtast upp í viðger uttan og við heilivági.

Viðger uttan heilivág fevnir um at umganga støður, sum kunnu provokera astma herðindi, hetta kann t.d. verða

  • Forkølilsi
  • Veðrið
  • Royking í heiminum
  • Vátt í heiminum: Lufta minst 15 minuttir dagliga
  • Dustmottur í kamarinum: Lufta dagliga og skift seingjarklæðir hvørja aðru viku. Dýnur, koddar og seingjarklæðir skulu vaskast við 60 stigum hvørja 3. mánað. Dustsúgva kamarið eina ferð um vikuna.
  • Djór við feldi: Gev húsdjórini burtur, um tit halda, at tey kunnu vera orsøk til astma.
  • Venjing er ein týdningarmikil partur av astmaviðgerðini, hóast venjing eisini kann geva herðindi.

Viðger við heilivági finst bæði sum fyribyrgjandi og sum viðger eftir tørvi. Bæði sløgini skula andast inn í seg. Hjá børnum undir 5 ár brúkar mann ein sokallaðan spacara. Hjá teimum størri ein inhalator.

Tankin er at mann tekur minst møguligan heilivág, fyri at uppnáa fá ella eingi eyðkenni. 

Hvussu verður fylgt upp í læknahúsinum? Eftir at astma er staðfest við einari ella fleiri viðtalum, verður barnið hjá tykkum regluliga fylgt upp í læknahúsinum. Bæði við regluligum konsultationum og við akuttum herðindum.

Hent at vita