×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Ikki kravd skeið - KBU

Sambært sáttmálanum hjá yngri læknum (§26, stk. 6) hava yngri læknar í KBU størvum hava rætt til 2 valfríð skeið í setanarskeiðinum. Tó í fyrsta lagið eftir ½ árs setan (§26, stk. 9).

 Landsjúkrahúsið tolkar hesa paragraffina út frá, at hon kom í sáttmálan, tá "KBU" var "turnus" og tískil 1½ ár. Tey meta tískil, at tey í mesta lagið skula bjóða 1-2 skeið í seinnu helvt av setanini sum KBU. 

Landsjúkrahúsið skal helst kunna bjóða nøkur skeið og skeiðini skula helst verða hildin í Føroyum. 

Temadagarnir, sum verða hildnir 5 ferðir hvørt hálvár, verða roknaðir við sum skeið. 

Um ein yngri lækni í KBU starvið ynskir at søkja um at sleppa á eitt valfrítt skeið, so skal ein umsókn sendast til AMU, Turið H. Johannessen.

Umsóknin verður mett út frá fylgjandi treytum:

  1. Er tað viðkomandi fyri útbúgvingarleiðina hjá viðkomandi lækna
  2. Er evnið viðkomandi fyri læknan í sambandi við tær starvsuppgávur viðkomandi røkir á LS ella í kommunulæknaviðtalu. 
  3. Í ivamálum kann leiðandi yvirlækni/formaðurin í útbúgvingarnevndini taka spurningin upp við kliniska vegleiðarin hjá viðkomandi
  4. Í metingini hvat viðvíkir skeiðum í útlandinum, skal eisini innganga hvørt viðkomandi lækni hevur tikið aktivt av møguleikum fyri at luttaka á skeiðum, sum skipað verður fyri í Føroyum. Hetta serliga í sambandi við atlit til fíggjarliga rásarúmið, ráðleggingar og raðfestingar av fíggjarliga tilfonginum hjá LS. 

Hent at vita

  • Evni | KBU