×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Útbúgvingarætlan og útbúgvingarprogram - KBU

Allir útbúgvingarlæknar skula hava eina persónliga útbúgvingarætlan. Útbúgvingarætlanin er í høvuðsheitum ein ætlan um hvussu útbúgvingarprogrammið skal gjøgnumgangast hjá tí einstaka læknanum. 

Útbúgvingarætlanin skal lýsa konkret hvussu og nær kompetancur verða fullfíggjaðar. Útbúgvingarætlanin kan seta fokus á ymisk økið í eitt styttri tíðarskeið, fram til næsta útbúgvingarætlan skal skrivast. 

Ein útbúgvingarlækni hevur sjálvur ábyrgd, saman við tutorlæknanum, at fáa eina útbúgvingarætlan. Hann skal sjálvur hava hugsa nakrar tankar um, hvussu hetta skal gerast best. Ein útbúgvingarætlan setur nøkur deilmál, til næsta fund. Tvs. at ein útbúgvingarlækni skal helst hava fleiri útbúgvingarætlanir í eini setan. 

Fyrireika teg, áðrenn tit skula gera útbúgvingarætlanina
  1. Læs målbeskrivelsen og uddannelsesprogrammet
  2. Hugsa um hvørjar kompetancur tú longu hevur
  3. Ger eina kladdu til eina útbúgvingarætlan (pdf / word)
  4. Brúka logbókina at registrera tínar kompetancer
  5. Registrera títt arbeiði (t.d. praktiskar uppgávur v.m.)
  6. Kanna hvørji skeið tú skal á, melda teg til
  7. Samla tíni skjøl, t.d. skeiðsprógv og ”undirskriftir” í eini mappu. Evt. elektroniskt í logbog. 

Um tú ikki fær eina útbúgvingarætlan, set teg so í samband við DYNAMU ella AMU


Kompetancur, sum skula góðkennast hjá kommunulækna

  • #3 - Gennemføre en konsultation selvstændigt
  • #6 - Sikre sammenhæng i patientbehandling, patientforløb, overgange
  • #7 - Udføre almen praksis' relevante praktiske procedurer (se eksempler på konkrete KV7 i bilag 1)
  • #15 - Reflektere i og over egen og andres praksis
  • #16 -  Planlægge personlig udvikling 

Útbúgvingarprogram

Hent at vita

  • Evni | KBU