×
Summarfrí

Viðtalan er stongd í viku 29-30 og 32-33. Minst til at endurnýggja regluligan heilivág

Svøvntrupuleikar

Fakta

  • Øll menniskju hava stutt tíðarskeið við svøvnloysi, men ofta fer tað burtur av sær sjálvum.
  • Orsakirnar kunnu vera persónligar stúranir, trupulleikar á arbeiðinum ella strongd.
  • Hjá nøkrum fáum halda trupulleikarnir fram í fleiri vikur, og svøvnloysið kann gerast kroniskt.
  • Um tað er ein sjúka, ið er orsøk til svøvnloysi, skal hon viðgerast fyrst.
  • Besta viðgerðin er at broyta atburð og hava góðar svøvnvanar. Tað gevur bestu úrslitini.
  • Viðger við heilivági (sovimedisin) verður bara nýtt við brádligum svøvnloysi, og tá bara í sera stutt tíðarskeið.

Hvat er orsøkin til svøvnloysi ella trupulleikar við at sova?

Við svøvnloysi ella svøvntrupulleikum ert tú tarnaður í tínum gerandisdegi vegna møði ella manglandi orku.

 

Akutt svøvnloysi

Akutt svøvnloysi rakar øll menniskju av og á. Tað kann vara í eina til tvær vikur og stavar ofta frá persónligum stúranum, akuttari sjúku, fyribils pínu ella trupulleikum við arbeiði. Tá ið hesir trupulleikar ella stúranir verða loystar, kemur aloftast vanligi svøvurin aftur.

Í nøkrum førum varar hetta akutta skeiðið longri enn nakrar vikur. Troyttleikin og manglandi orkan, sum tú upplivir, kann føra til, at tú broytir tín atburð sum reaktión uppá troyttleikan. Tað kann vera sjúkrafrávera, minni likamlig virksemi, at tú ert longri í songini um morgunin ella tekur ein lúr. Hesin broytta atburður kann gera svøvntrupulleikarnar verri og vera viðvirkandi til, at tað mennir seg til eina kroniska støðu.

Um tað er ein sjúka, ið er orsøkin til svøvnloysi, skal hon sjálvsagt viðgerast fyrst.


Kroniskt svøvnloysi

  • Trupulleikar við at sovna (longri enn 30 minuttir áðrenn tú sovnar)
  • Uppvakning um náttina og trupulleikar við at sovna aftur
  • Vakna ov tíðliga við kensluni av ikki at vera úthvíldur


Góð ráð til betri svøvn

  • Far bert í song bert, tá ið tú ert troyttur.
  • Fá venjing í 30 minuttir í gjøgnum dagin, men ikki seinastu tímarnar áðrenn songartíð.
  • Drekk ikki alkohol, áðrenn tú fert í song. Alkohol ger svøvnin styttri, grynri og gevur fleiri uppvakningar.
  • Loys ikki arbeiðsuppgávur seinastu tímarnar áðrenn songartíð (eisini teldupostar).
  • Les í eini bók (pappír). Ikki e-bók, ikki teldil ella fartelefon áðrenn tú fert í song.
  • Tak møguliga eitt heitt bað áðrenn songartíð.
  • Drekk ikki kaffi ella aðrar drikkir við koffein um kvøldið.
  • Far upp sama tíðspunkt hvønn morgun
  • Ikki sovna framman fyri sjónvarpinum um kvøldið.
  • Sovikamarið eigur at vera friðarligt, myrkt og ikki ov heitt.
  • Lufta út, áðrenn tú fert í song.
  • Sov ikki um dagin.
  • Far upp úr songini um náttina, um tú ikki kanst sova. Gera okkurt friðarligt.
  • Far ikki svangur í song. Svongd og ovurmettheit gera svøvnin verri.
  • Lat vera við at hugsa um, hvussu langan svøvn tú kanst fáa – tað er ikki svøvnlongdin, men góðskan av svøvninum, ið telir.
  • Ver ikki stúrin, um tú vaknar um náttina, tað er ikki ein katastrofa.

  • Svøvntørvurin minkar við aldur – og kanska hevur tú ikki tørv á so nógvum svøvni.

Hent at vita

  • Dagf. | 27.06.2024
  • Evni | Kroniskar sjúkur