13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving
Viðtalulýsing
Lækni Jytta M. Friang, Við Ánna 66 512 Norðragøta.
Í viðtaluna arbeiða 1 lækni, 2 sjúkrarøktarfrøðingar og ein útbúgvingarlækni.
Til viðtaluna hoyra 1900 sjúklingar.
Vit svara telefonini frá kl. 08-11, tá er møguligt at endurnýggja reseptir, bíleggja tíð, fáa svar uppá kanningar og líknandi. Læknin hevur ikki telefontíð. Um tørvur er á tí, so ringur læknin til sjúklingar millum kl. 12-13. Tað er sjálvandi møguligt at ringja á bráðfeingis telefonina aftaná kl. 11 um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.
Viðtalur byrja kl. 8.15. Áðrenn viðtalurnar byrja er kalendarin hjá bæði læknanum og útbúgvingarlækna gjøgnumgingin, hetta so høvi er hjá útbúgvingarlækna at seta spurningar um tað sum stendur á kalendaranum. Eisini er høvi at avtala um útbúgvingarlækni skal inn til læknan ígjøgnum dagin at síggja eitt hvørt.
Tað er settur ein tími av bæði fyrrapart og seinnapart til bráðfeingis tíðir.
Steðgur er kl. 09.45 til 10.00 og aftur kl. 12-13.
Í steðginum kl. 12-13 verður sum omanfyri nevnt ringt aftur til sjúklingar sum hava ringt í telefontíð, svara uppá spurningar frá sjúkrarøktarfrøðingunum og sent reseptir. Eisini er tíð sett av til supervision av útbúgvingarlækna. Tað er ígjøgnum allan dagin altíð møguligt hjá útbúgvingarlækna at spyrja um eitthvørt og fáa supervison eftir tørvi.
Annanhvønn mikudag kl. 15:30 til 16:00 er fundur við heimasjúkrarøktarfrøðingar. Her hava heimasjrf ymiskt við sum er tørvur at tosa um viðvíkjandi sjúklingar sum tær ganga inn til næstan dagliga.
Annanhvønn mikudag kl. 13:00-14:30 er “stovugongd” á ellisheimunum Gøtubrá í Norðragøtu og Gilgarði í Leirvík. Sjúkrarøktarfrøðingur hevur dagin fyri ella seinasta lag áðrenn døgurða sama dag, sent teldupost við hvørji búfólk hava tørv á læknavitjan. Um neyðugt verður eisini tikið blóðroyndir í samband við at læknin fer á ellisheimini.
Hvønn hósdag seinnapart kl. 13:00-14:30 er tíð sett av til pappírarbeiði.
Útbúgvingarlækni arbeiðir 40 tímar um vikuna. Møtir kl. 08 og arbeiðir til kl. 16.
Tað fyrstu vikuna hjá útbúgvingarlækna verður tíðin mest brúkt til at læra viðtaluna at kenna - hølini, hvar ting liggja, sjúkrarøktarfrøðingarnar og líknandi.
Eg havi áðrenn útbúgvingarlækni byrjar haft ein fund við viðkomandi.
Á hesum fyrsta fundinum havi spyrji eg um fylgjandi
1: Hvar viðkomandi hevur arbeitt áður og hvat fyri relevantar arbeiðsroyndir viðkomandi hevur.
2: Hvat viðkomandi væntar og hvat viðkomandi ynskir av hesum 6 mðr. í hesari viðtaluni.
3: Um viðkomandi hevur feriu til góðar og um/nær ætlanin er at halda feriu.
4: Dato fyri kravd skeið.
Aftaná 2 vikur er introsamrøða, her verður gjørd ein útbúgvingarætlan, avtala fokus økir, nær og hvussu ymisku kompetansir verða uppnáddar og góðkendar. Tað er gjørd avtala um at útbúgvingarlækni skal undirvísa. Undirvísing verður saman við viðtaluni í Fuglafirði.
Um tørvur er á tí verða justeringssamrøður gjørdar.
Aftaná 3 mðr er midtvejs evalurering
Seinasta lagið 2 vikur áðrenn útbúgvingarlækni er liðugur er endasamrøða og syrgt fyri at alt tað formliga
er uppá pláss.
Í viðtaluni eru fylgjandi rúm.
2 rúm til læknaviðtalur. Í báðum rúmunum er skrivaraborð, telda, printari, briks/leje, pláss til ymisk pappír, otoskop, stetoskop, Strep A, vekt, hæddarmátari, talva til at kanna visus.
1 rúm til viðtalur hjá sjúkrarøktarfrøðingi. Her er eisini briks/leje. Her verður gjørt spirometri og EKG eftir tørvi. Her er eisini eitt pusliborð til barnakanningar.
1 rúm til skrivara/sjúkrarøktarfrøðing at sita og svara telefonini, tosa við sjúklingar sum møta upp í viðtaluna at bíleggja tíð og líknandi. Fungerar mest sum receptión.
1 kanningar og viðgerðarrúm ( GU leje, UL apparat, øll útgerð til sárviðgerð og kirurgia minor )
1 skolirúm.
1 lagur
1 køkur/ starvsfólkastova.
Í gongini stendur eitt CRP/Hba1c apparat til felags nýstlu og eitt tympanometur til felags nýstlu.