×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Viðtalulýsing Læknaviðtalan við Norðskála.

Kommunulæknar Signhild Petersen og Heini Harryson, við Svartheygg 1, Norðskáli

Í viðtaluni eru 2 fastir kommunulæknar, 3 sjúkrarøktarfrøðingar og 1 útbúgvingarlækni. Sjúklingagrundarlagið er uml. 2800 borgarar.

Vit miða eftir, at øll føla seg vælkomin í viðtaluna, bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk

Vit hava opið gerandisdagar frá kl. 08.00-16.00 Telefonin er opin frá 08.00-11.00, har 1 sjúkrarøktarfrøðingur tekur telefonina og konfererar við læknan, um tørvur er á tí. Tíð er sett av til hetta millum 11.45-12.00. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp, ber til at ringa á okkara bráðfeingis telefon millum 11.00-16.00. Eftir hetta tekur læknavaktin yvir.

Viðtalur við lækna er millum 8.30 til 15.00. Útbúgvingarlæknin hevur møguleika fyri at konferera við læknan gjøgnum dagin. 30 minuttir eru settir av til supervision dagliga. Døgurðapausa er frá kl. 12.00-13.00.

Vit samarbeiða við heimasjúkrarøktarfrøðingar í VEKS, um felags borgara, bæði við telefon og mail. Stovugongd er á Mørkini og Korndalsbýlinum 3. hvørja viku

Vit hava undirvísing 3. hvørja viku, har ymisk relevant evnir verða tikin upp. Tað er ynskiligt at utbúgvingarlækni hevur undirvísing um okkurt viðkomandi evnið.

Vit brúka telduforrit cosmic.

Útbúgvingarlæknin arbeiður vanliga mánadag til fríggjadag millum 08.00-16.00. Vit miða eftir, at útbúgvingarlæknin heldur feriu samstundis sum starvsfólki í viðtaluni.

Tað verður veitt ein innleiðsla til nýggjar læknar, har ein kann kunna seg um viðtaluna, starvsfólk, sjúklingarbólkar, kanningartól, telduskipan  o.a.

Útbúgvingarlæknin skal innan fyrstu 2 vikurnar hava  eina innleiðslusamrøðu. Eftir 3 mðr. verður ein miðvegisamrøða og síðst í tíðarskeiðinum verður ein evalueringssamrøða.

Vit miða eftir, at útbúgvingarlæknin luttekur í øllum fyribyrgjandi kanningum av børnum, barnakonum, kroniskum sjúkum, akut sjúkum o.a. Útbúgvingarlæknin fer at hava ávísar sjúklingar við kroniskum sjúkum til fast eftirlit.