13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving
Frágreiðing um viðtaluna (praksisbeskrivelse)
Læknaviðtalan í Vestmanna
Garðatún 12
350 Vestmanna
Tel: +298 42 40 03
Email: vestmanna@kl.fo
Um viðtaluna
Nýggj læknaviðtala kom í Vestmanna í 2015 og fastur kommunulækni kom í 2018. Áðrenn hetta hevur kommunulæknin verið staðsettur í læknahúsi í bygdini, sum samstundis var bústaður læknans.
Kommunulæknin í Vestmanna er partur av Vestmanna læknadømi, sum fevnir um tveir kommunulæknar, ein í Vestmanna og ein í Kollafirði. Til viðtaluna í Vestmanna eru knýtt uml 1200 fólk, harav tey Jlestu eru úr Vestmanna, men eisini eru nøkur úr Kvívík, av Stykkinum, úr Leynum og Kollafirði tilknýtt. Í húsunum, har viðtalan er staðsett, húsast eisini tannlækni og heilsufrøðingur. Í viðtaluni starvast Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, Maiken Streymoy og Ansa í Eyðansstovu Skúvadal, sjúkrarøktarfrøðingar. Viðtalan hevur 3 viðtaluhøli, eitt til kommunulæknan, eitt til hjálparlæknan og eitt til sjúkrarøktarfrøðingin. Kommunan ber útreiðslur av hølum, tólum og reingerð. Heilsutrygd rindar tilfar til viðgerðir og heilivág.
Arbeiðstíðin
Arbeiðstíðin hjá kommunulæknaviðtaluni er kl 8-16 allar yrkadagar. Lækni og sjúkrarøktarfrøðingur hava viðtalur, bæði akuttar og planlagdar.
Telefontíðin er kl 8-11, har heilivágur og tíð til viðtalu kunnu bíleggjast, kanningarsvar vera givin og fyrispurningar svaraðir. Eftir kl 11 vera bert akuttir fyrispurningar svaraðir á akutttelefonini, ið mánadag og týsdag verður svarað í
Vestmanna og mikudag-fríggjadag verður svarað í Kollafirði. Viðtalur kunnu umbiðast gjøgnum heimasíðuna minlakni.fo.
Ongin telefonviðtala er hjá kommunulæknanum.
Eftir kl 16 verður víst til kommunulæknavaktina á tel 1870.
Arbeiðsuppgávur
Viðtalur
Arbeiðið fevnir um akuttar og planlagdar viðtalur, sum eru partur av sáttmála við Heilsutrygd. Síðani eru eisini fyribyrgjandi viðtalur (td barnakanningar og barnakonukanningar), sum eru partur av avtalu við Heilsumálaráðið. Aftrat hesum er ymiskt privat virksemi (td ferðakoppsetingar, koyrikortváttan, heilsuváttan til sjófólk), umframt ymsar váttanir (td fyri Almannaverkið, tryggingarfeløg, løgregluna).
Sjúkravitjan, ið verður umbiðin í telefontíðini, verður framd sama dag, annars komandi yrkadag. Aloftast er talan um eldri borgarar við rørslutarni. Aðruhvørja viku er viðtala um sjúklingar, ið búgva fast ella uppihalda seg fyribils á
røktarheiminum á Grønanesi.
Ávísingar
Læknin sendir sjúklingar til kanningar á sjúkrahúsi eftir ávísing (til serlæknakanning, radiologiskar kanningar, blóðroyndir, klinisk fysiologi og nuklearmedisin, neurologiskar kanningar). Eisini ger læknin ávísingar til starvsbólkar uttanfyri sjúkrahúsverkið - fysioterapi, ergoterapi, fótterapi, privat praktiserandi serlæknar.
Innlegging
Um tørvur er á akuttari kanning og viðgerð á sjúkrahúsi, verður sjúklingur innlagdur per telefon við at ringja til forvakt á sjúkrahúsi. Innleggjandi lækni syrgir fyri transport við sjúkrabili, um tað er neyðugt.
Parakliniskar kanningar
Í viðtaluni er møguleiki at taka blóðroyndir, potanir, urindyrkan, EKG og gera spirometri. Umframt hetta eru smærri kanningar sum CRP, HbA1c, StrepA, urinstix, Hgb og BS.
Samstarv við aðrar fakbólkar
Samstarv við heimatænastuna og røktarheimið fer fram regluliga 2. hvørja viku og eftir tørvi. Sjúkrarøktarfrøðingar á eldraøkinum hava kombinerað starv á røktarheiminum og í heimatænastuni.
Fundir eru umleið 2. hvønn mánaða við økispsykiatriina.
Læknavaktin
Kommunulæknin hevur vaktir í læknavaktini nakrar ferðir um mánaðin. Hetta fevnir um visitatión inni í hølum hjá læknavaktini á Landssjúkrahúsinum ella koyrandi lækni, ið fer heim á sjúkravitjan. Hjálparlæknin kann luttaka í vakt
saman við kommunulæknanum, men krav er ikki um vaktarbeiði í KBU.
Annað
Faklig og sosial tiltøk vera skipað umleið 2. hvønn mánaða saman við kommunulæknunum í Norðstreymi og starvsfólkum teirra. Ein faklig framløga (egin ella innboðin) er á skránni og felags ábit.
Kommunulæknar í Føroyum hittast til fakligar fundir nakrar ferðir árliga í hølunum hjá kommunulæknunum í Gundadali í Havn (kallað “Nóatún”). Uttanhýsis undirvísari er sum oftast boðin at halda framløgu. Hjálparlæknin er
vælkomin at luttaka.
Jólaborðhald er fyri kommunulæknaviðtalurnar í desember. Hjálparlæknin verður boðin við.
Viðurskifti hjá hjálparlæknanum
Viðtalur
Hjálparlæknin hevur í byrjanini superviseraðar viðtalur, men fer síðani við tíðini (eftir førleikastøði) yvir til heilt sjálvstøðugar viðtalur, sjá skema fyri introduktión. Hjálparlæknin hevur sín egna kalendara til bókingar og sítt egna
viðtaluhøli. Talgilda heilsuskipanin (Cosmic) verður nýtt og allar viðtalur skulu journalførast, helst við ICPC kodu.
Arbeiðsuppgávur
Hjálparlæknin skal læra allar vanligar fyribyrgjandi kanningar (barnakanningar, barnakonukanningar, fyribyrging), kroniskar sjúkur við árskontroll (td diabetes, hypertensión, KOL), akuttar viðtalur (td pína, dyspnø, fepur, infektión),
parakliniskar kanningar og fremja nøktandi ávísingar og váttanir.
Fakligar vegleiðingar vera fylgdar eftir vegleiðingum frá DSAM ella relevantum serlæknafelag og annars laegehaandbogen.dk.
Hjálparlæknin skal læra at gera rættar rokningar eftir honorartabellini. Hjálparlæknin skal undirvísa í fakligum evni í viðtaluni ella til felags tiltak í Norðstreymi minst eina ferð.
Supervisión/Samtalur/Vegleiðing
Skipað supervisión er dagliga 1/2 tíma eftir døgurðasteðgin, men annars er vegleiðing eisini eftir tørvi.
Útbúgvingarsamtalur vera minst 3 ferðir hvørt hálvár (eftir 1-2 vikur, eftir 3 mðr og seinast í 6. mánaði). Til hesar samtalur vera ymsu kompetenceskjølini gjøgnumgingin.
Vegleiðing og ráðgeving verður givin eftir ynskjum til framtíðar starv hjá tí einstaka.
Skeið
Hjálparlæknin fær frí til kravd skeið í útbúgvingarstarvinum og til einstøk sjálvvald skeið, um hesi metast relevant fyri starvsleiðina.
Arbeiðstíð og ferðing
Arbeiðstíðin er íroknað ferðing. Søkjast kann um ferðaendurgjald frá TAKS.
Frítíð
Vikuskifti og halgidagar hevur hjálparlæknin frí, men annars er frítíðin (feria) galdandi eftir sáttmála hjá yngri læknum. Viðmælt verður at frítíðin verður løgd, tá viðtalan er stongd.
Forfall
Um sjúka ella líknandi, ið er atvold til forfall, verður hjálparlæknin biðin um at boða frá í seinasta lagi kl 8.00 á arbeiðsdegnum. Frískmeldan verður fráboðað í seinasta lagi kl 20 kvøldið fyri komandi arbeiðsdag.
Skrá fyri innleiðslu
Tvær tær fyrstu vikurnar eru settar av til innleiðslu. Fyrra vikan er fyrst og fremst til at læra parakliniskar kanningar, læra fyribyrgjandi kanningar og síggja viðtalur við akuttum og kroniskum sjúklingum. Seinna vikan byrjar meira
sjálvstøðugt arbeiði. Skráin er bert vegleiðandi og verður lagað til dagligu uppgávurnar.
Mánadag:
Kl 8.30-9.30: Síggja hølini, gjøgnumganga kalendara og journalskriving
Kl 9.30-10.30: Viðtalur saman við kommunulæknanum
Kl 10.30-12.00: Læra parakliniskar kanningar
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Viðtalur saman við sjúkrarøktarfrøðingi/kommunulækna
Týsdag:
Kl 8.30-10.30: Telefonviðtalur saman við sjúkrarøktarfrøðingi
Kl 10.30-12.00: Læra parakliniskar kanningar
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Viðtalur saman við sjúkrarøktarfrøðingi/kommunulækna
Mikudag/hósdag
Kl 8.30-10.30: Viðtalur saman við kommunulæknanum.
Kl 10.30-12.00: Læra parakliniskar kanningar
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Viðtalur saman við sjúkrarøktarfrøðingi/kommunulækna
Fríggjadag
Kl 8.30-10.30: Viðtalur saman við kommunulæknanum.
Kl 10.30-12.00: Læra parakliniskar kanningar
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Supervisión/Introsamtala
Mánadag/týsdag
Kl 8.30-12.00: Viðtalur við supervisión
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Viðtalur við supervisión
Mikudag/hósdag
Kl 8.30-12.00: Sjálvstøðugar viðtalur
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Sjálvstøðugar viðtalur
Fríggjadag
Kl 8.30-12.00: Sjálvstøðugar viðtalur
Kl 12.00-13.00: Matarsteðgur
Kl 13.00-15.30: Supervisión