×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Læknaviðtalan hjá Dorrit Bech Joensen, kommunulækna

Eg bleiv lækni í 2000 og serlækni í Almen Medicin 2006

Mín læknaviðtala er á Heilsumiðstøðini í Vági, Suðuroy, her havi eg starvast síðan 2006.

Á Heilsumiðstøðini í Vági starvast umframt kommunulæknar, tannlæknar, heilsusystur (Gigni), heimasjúkrasystrar(Bú-og heimatænastan), fótarøktari, kostráðgevi, bioanalytikarir og  økispsykatri.

Mín viðtala er ein samstarvsviðtala við Dávið Gudnason, kommunulækna. Hvør viðtala hevur  u.l. 1300 sjúklingar.

Í viðtaluni arbeiðir sjúkrarøktarfrøðingur Margreth Augustinussen, við sergrein í Sárrøkt og Diabetes. Hon hevur sjálvstøðugar viðtalur allan dagin.

Í móttøkuni arbeiða tveir røktarir, sum taka telefonina, visitera, umframt nakrar parakliniskar kanningar í samráð við lækna. Telefonin er opin frá kl 8.00 til 11.00, eftir hetta kontakt via akuttlf.

Tí vit liggja á høvuðsgøtuni mitt í bygdini, koma eisini nógv fólk framvið viðtaluna.

Vit hava heimasíðu har møguleiki er at bíleggja tíð og endurnýggja receptir.

Okkara viðtala hevur sjúklingar við relativt høgum miðalaldri, tí hava vit nógvar kronikarar, sum vit leggja okkum eftir, at regulera best møgulig. Heilivágslistar skal eftirmetast regluliga.

Vit ynskja virðing fyri antibiotika nýslu og minimera hetta mest møguligt. Tí dyrka við urin áðrenn antibiotika. Sjúklingar við febur skullu altíð inn til metingar, áðrenn støðutakan til antibiotika.

Vit ynskja at minka yvirnýslu av heilivági og hava tí neyvt yvirlit yvir receptútflýggjan.

Vit gera EKG, Spirometri, Tympanometri, Audiometri, distala blóðtrýsmátan. Vit hava UL tól í viðtaluni.

Vit samla barnakanningar til 2 seinnapartar um vikuna.

Vit gera smákirurgi t.d. taka móðurmerki og subcutanar ífyllur o.a.

Vit byrja viðtalur kl 8.15 til 14.30. Kaffipausa er kl.10, matarstegður kl 12.30-13.00. Vit keypa breyð og viðskera í felag.

Vit gleðast um útbúgvingarlæknar. Fyrsta vikan er introduktion har vit læra hvønn annan at kenna og hvønn tørv og ynski útbúgvingarlæknin hevur. Síðan hava vit samrøðu við útgangstøði í logbók. Vit eftirmeta mál miskeiðis og síðstu vikuna.

Supervison er hvønn dag millum 13.00 til 13.30. Annars altíð vælkomin at spyrja og banka uppá dyrnar.

Vit leggja stóra dent á trivna í viðtaluni.

Vit hava koyrivakt frá 16.00 til 08.00 fyri alla Suðuroynna. Útbúgvingarlæknar eru vælkomnir at taka vaktir undir supervision.

At viðtaluni er knýtt tvey røktarheim, heim fyri kronisk sálarsjúk og heim fyri fólk við menningartarni. Vit hava regluliga vitjan á hesum heimum.