×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Viðtalan

Vit eru partur av Læknahúsinum í Hoyvík, sum sá dagsins ljós um heystið 2019. Vit halda til í viðtalu 5 í stovuhæddini á eystaru síðuni. Hølini eru nýggj og hava vit deilt felagsbíðirúm.  Viðalan hevur móttøku, lagur, skolirúm og 3 viðtalurúm. Vit hava dagførda tøkni til taks: EKG, Spirometri, Dermatoskop, Tympanometur, mikroskop, CRP, Hb, BS tól o.s.fr.

Vit nýta, eins og aðrastaðnis í Føroyum, telduskipanina Cosmic.

Hvørji eru vit?

Her starvast ein lækni, Bjarni Wardum (f 1978). Lisið læknafrøði í Aarhus/Keypmannahavn og útbúgvin 2010. Arbeitt í Keypmannahavn fram til 2016. Eisini havt minni vikariatir í Norra og Svøríki. Tikið seinna part av serútbúgvingini í Føroyum. Liðugur sum serlækni 2019.

Sjúkrarøktarafrøðingarnir eru Annfríð og Joan. Annfrið gjørdist liðug í 2009 og hevur arbeitt innan kommunulæknaøkið, eldraøkið og fleiri ár í diabetes amb. Joan bleiv liðug i 2006 og hevur starvast í sjúkrahúsi áðrenn hon bleiv tilknýtt hesi viðtaluni summarið 2021. Hon hevur kardiologiska eftirútbúgving og drúgvar royndir í kardiologi v.m.

Borgarar tilknýttir

Til hesa viðtaluna, sum bleiv upprættað í 2019, hoyra einamest tey, ið ongan fasta lækna høvdu tá. Vit hava á leið 1500 borgarar tilknýttar. Høvðusparturin er yngri borgarar og barnafamiljur. Vit hava eisini tilknýtt nakrar eldri borgarar, men tey fylla ikki í gerandisdegnum. Eisini eru nógvir útlendingar tilknýttir viðtaluna og tey koma úr ca 20 ymsum londum.

So samanumtikið er talan um eina viðtalu við yngri borgarum, og hettar myndar sjálvsagt tað dagliga arbeiðið

Hvussu arbeiða vit?

Vit stremba eftir, at geva borgarnum eina kenslu av, at tey altið eru vælkomin og at tey skulu kenna seg væl tilpassar her. Eisini stremba vit eftir at geva skjóta tíðir, so borgarar ikki skulu bíða ov leingi. Vit stremba eisini eftir at vit fylgja verandi leiðreglum á teimum ymsu økjunum og eru reglulilga á skeiðum.

Vit hava telefontíð frá 08-10 og tað verður obligatoriskur partur av uppihaldinum hjá okkum, at man tekur telefonirnar, tí hettar er ein stórur partur av tí almenmedicinska arbeiðinum.

Frá 10-1015 hava vit kaffipausu

Tíðirnar frá 11-12 eru sum útgangsstøðið til akuttan tørv. Vit hava ikki kvøldarviðtalur, sum tey hava í DK.

So er døgurðasteðgur frá 12-13, supervision 1300-1330 og so koyra viðtalur til kl 1330 og til 1430-1500.

So vónandi fært tú eina spennandi, læruríka tíð hjá okkum.

Vinarliga heilsan

Bjarni Wardum, kommunulækni

Bjarni Wardum, kommunulækni