×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Viðtalulýsing, kommunulækni Amalia Danielsen, Kirkjustræti 2, 188 Hoyvík

Læknaviðtalan hjá Amaliu Danielsen í Kirkjustræti er en soloviðtala. Amalia hevur verið serlækni í almen medicin síðan august 2017, og hevur havt hesa viðtaluna síðan august 2018

Í viðtaluni eru  1 lækni, 2 sjúkrarøktarfrøðingar og við jøvnum millumbilum 1 útbúgvingarlækni. Sjúklingagrundarlagið er uml. 1700-1800 sjúklingar. Tað er ein av 5 soloviðtalum í Kirkjustræti, 3 eru uppiá og 2 niðriundir.  Ein kaffistova er á hvørjari hædd.

Talan er um heilt nýggj høli. Har er eitt bíðirúm við móttøku, eitt goymslurúm, eitt skolirúm, 2 WC og 3 viðtalurúm, eitt er til kommunulæknan, eitt til sjúkrarøktarfrøðingarnar og eitt til útbúgvingarlæknan

Telduskipanin er ABK hjá elektron, sum útbúgvingarlæknin fær eitt brúkaranavn og loyniorð til, og journalskipanin er, sum alla aðrastaðni í landinum, Cosmic. Viðtalan hevur eina heimasíðu, sum er á minlakni.fo, har sjúklingar kunnu bíleggja tíð og heiligvág.

Viðtalan er opin allar gerandisdagar frá 8.00 til 16.00, sjrfr. svara telefonini frá 8-12, síðan fer tað til telefonsvarara við møguleika at ringja eitt akutnummar

Læknaviðtalur ganga frá 8.30 til uml. kl 15

Kaffipausa er frá 10-10.15 og døgurðapausa fra 12.30 – 13, tað er ikki neyðugt at hava matpakka við, breyð og viðskeri er í kaffistovuni

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði er felags frokostur fyri alt húsið, viðtalurnar skiftast um at skipa fyri hesum

Tíðarskeiðið frá kl 11-12.15 á kalendarinum er ætlað til akuttar tíðir sama dag, líkasum elektivar tíðir sum regul ikki verða givnar eftir kl 14.30.  Fríggjadagur verður so vítt gjørligt hildin fríur fyri planlagdar tíðir, inntil byrjanina av tí vikuni, hann er í.  Hetta er fyri altíð at hava møguleika at geva subakuttar tíðir í somu viku.

Útbúgvingarlæknin hevur sín egna kalendara og lagt verður upp til at hann/hon sjálv gevur sjúklingunum tíð, tá tað er neyðugt at kontrollera og fylgja upp. Hetta fyri betri at kunna fylgja sjúkugongdini.

Tað verður miðjað ímóti at útbúgvingarlæknin undirvísir í ávísum evni 1 dag um mánaðin, optimalt verður tað lagt týsdagar seinnapart.

Tað er ikki sett nakað ávíst tíðarskeið um dagin av til supervisión, men er altíð møguleiki fyri ad hoc supervisión tá tørvar. Seinnapartin eftir kl. 15 er eisinni altíð góð tíð at taka samanum

Um útbúgvingarlæknin skal gera eina kanning ella viðtalu, hann/hon ikki hevur roynt áður ella kennir seg ótryggan við, er tað altíð við supervisión fyrstu ferð.

Annars arbeiðir útbúgvingarlæknin í viðtaluni á sama hátt sum kommunulæknin, og kemur at síggja nógvar ymsar sjúklingar. Hvat slag av sjúklingum, tað er,  verður visiterað eftir útbúgvingarstigi hjá læknanum, og hvat er planlagt í tí individuellu útbúgvingarætlanini.

Útbúgvingarlæknin sær í miðal eini 2-3 sjúklingar um tíman, men tað avhongur eisini av útbúgvingarstignum. So tað kann liggja lægri hjá óroyndum KBU-lækna og hægri hjá útbúgvingarlækna til almen medicin. Men um tað liggur lágt, verður miðja ímóti at økja tað, hetta fyri at læra at halda tíðina og duga at arbeiða málrættað.

Tað verða hildnar minst 3 vegleiðarasamrøður í tíðarskeiðinum, har útbúgvingarlæknin er her.

Individuel útbúgvingarætlan verður gjørd við fyrstu vegleiðarsamrøðuna, sum verður hildin innan fyrstu 2 vikurnar av útbúgvingarskeiðinum. Tað verður gjørt bæði útfrá ynskjum og áhugamálum hjá útbúgvingarlæknanum og teimum kompetencukrøvum og málsetningum, sum eru til hvørt útbúgvingarstig.

Onnur samrøða verður eftir uml. 3 mðr, tá meting verður gjørd av gongdini higartil og evt. tillagan av ætlan

Endasamrøða verður løgd 2-3 vikur áðrenn síðsta arbeiðsdag.

Vit leggja dent á at hava eitt gott læringsumhvørvið, har øll kenna seg vælkomnan og trívast og ikki eru bangin fyri at seta spurningar.

Vælkomin til viðtaluna

Amalia Danielsen

Kommunulækni

Kirkjustræti 2

188 Hoyvík

+298 302360

amaliadanielsen@kl.fo