13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving
Praksislýsing av læknaviðtalu 3 í Norðoya læknadømi.
Hetta er ein lýsing av okkara kommunulæknaviðtalu.
Viðtala 3 er í Norðoya læknadømi. Norðoya læknadømi fevnir um uml. 6000 borgarar.
Viðtala 3 fevnir um uml. 2200 sjúklingar.
Viðtalan er mannað av mær sum kommunulækna og trimum sjúkrarøktarfrøðingum.
Viðtalan liggur í einum stórum, vælhóskandi hølum, sum eru bygd til endamálið. Ì læknahúsinum eru tríggjar læknaviðtalur. Viðtalurnar eru sjálvstøðugar, men samstarva um felags mál.
Viðtalan er sera vælútgjørd og stórur dentur verður lagdur á kvalitet, menning og undirvísing.
Eg sjálvur havi verið lækni í 17 ár og kommunulækni í uml. 10 ár.
Eg havi havt útbúgvingarlæknar áður og hetta hevur rigga sera væl. (Sí seinastu evaluring).
Mær dámar væl at supervisera og læra frá mær. Eg taki støði í individuella tørvinum hjá útbúgvingarlæknanum og minstukrøvini í logbokini. Evaluering verður hildin eftir formellum krøvum og ad hoc.
Vh. Arnhold Jensen, kommunulækni.