×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Temadagar

Temadagar verða hildnir hvønn 3. týsdag í mánaðinum í læknhúsinum í Hoyvík, Kirkjustræti 2. 

Eingin temadagur er í juli og desembur.

Til temadagar hittir tú aðrar læknar undir útbúgvin í almen medicin. Endamálið er at skapa eitt samanhald millum læknarnar, skapa eitt umhvørvi har til ber at tosa um royndir, bæði góðar og minnið góðar, umframt skipa fyri skipaðari undirvísing. AMU er til staðar til hesar fundir.

Temadagarnar eru vanliga uppbygdir soleiðir:

  • Kl 13.00-13.45 - Prát og útveksling av royndum við AMU og DYNAMU
  • Kl 14.00-15.30 - Undirvísing við skiftandi undirvísarum og evnum
  • Kl 15.30-16.00 - Samanumtøkað við AMU

Temadagarnir eru ein týdningarmikil partur at útbúgvingini og tað verður skrásett hvør møtir upp til dagarnar og ikki.

Tað kann skipast á ymsan hátt í samband við arbeiði.

Tey, sum eru hjá kommunulækna skula fáa frí seinnapart at luttaka.

Tey, sum eru á sjúkrahúsinum kunna antin brúka ein frídag og skrivað 3 tímar á tímaseðilin ella hava ein funktión tann dagin, sum ger at tey kunna fara kl 12.

Í sáttmálanum fyri yngri læknar, so hava til rætt til ein útbúgvingardag (8 tímar) um mánaðin. Tvs. tit hava 4-5 tímar eftir til at brúka til útbúgving eftir egnum ynski um mðr ella tit taka ein heilan dag annan hvønn mðr. 

Tú skal meldað teg til facebookbólkin FYAM Føroyar. Har verða temadagar lýstir og evnið kunngjørt, so skjótt tað er klárt.

Hent at vita


Meira innan hetta evni