×
Stongt vegna eftirútbúgving

13.-14. og 19.- 25. novembur er viðtalan stongd vegna eftirútbúgving

Ikki kravd skeið - Intro

Sambært sáttmálanum hjá yngri læknum (§26, stk. 7) hava yngri læknar í klassificerðaum størvum rætt til 3 valfríð skeið um árið. Tó í fyrsta lagið eftir ½ árs setan (§26, stk. 9).

Skeiðini skula helst verða hildin uttanlanda, fyri at stimbra um menning av læknanum. 

Flestu introduktiónsstørv í almennum medicini eru bara ½ ár, so í praksis merkir hetta, at tað kann verða ringt at fáa góðkend ikki kravd skeið í hesari setanini. 

Umsóknin verður mett út frá fylgjandi treytum:

  1. Er tað viðkomandi fyri útbúgvingarleiðina hjá viðkomandi lækna
  2. Er evnið viðkomandi fyri læknan í sambandi við tær starvsuppgávur viðkomandi røkir á LS ella í kommunulæknaviðtalu
  3. Í ivamálum lann leiðandi yvirlækni/formaðurin í útbúgvingarnevndini taka spurningin upp við kliniska vegleiðarin hjá viðkomandi
  4. Í metingini hvat viðvíkir skeiðum í útlandinum, skal eisini innganga hvørt viðkomandi lækni hevur tikið aktivt av møguleikum fyri at luttaka á skeiðum, sum skipað verður fyri í Føroyum. Hetta serliga í sambandi við atlit til fíggjarliga rásarúmið, ráðleggingar og raðfestingar av fíggjarliga tilfonginum hjá LS. 

Umsøkn um valfrítt skeið skal sendast til formannin í útbúgvingarnevndini.

Hent at vita

  • Evni | Intro