Arbeiðsskráseting
Allir útbúgvingarlæknar fáa ein mánaðarplan sendan frá lønarkontórinum. Har skal skrásetast um tey hava verið sjúk, havt barn sjúkt, verið á skeið, frí v.m.
Tá mánaðin er av, skal skemaði váttast av tutorlæknanum, skannast og sendast til lønarkontórið.
Hetta er so tað ber til at fylgja við um man heldur seg undir tí fráveru, sum er loyvd í mesta lagið (10%).
Tað skal eisini skrásetast feria, fyri at kunna regulera lønina alt eftir frítíð. Um feria verður eftiregistrerað, so fær man eitt uppkrav frá LS um at endurgjalda tann partin av lønini.
Niðanfyri er dømi uppá ein lønarseðil og hvussu hann kann útfyllast.


Hent at vita
- Evni | Yngri læknar